Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Arktisk útgreining verður almannakunngjørd

Á várið 2012 tók løgmaður stig til at gera eina útgreining, ið lýsir hvønn týdning broytingarnar í arktiska økinum væntandi fáa fyri Føroyar. Føroyar liggja væl fyri við vestara munnan á landnyrðingsleiðini, ið verður mett at verða ein siglingarleiði, sum fær stóran týdning komandi árini. Vaksandi virksemið í arktiska økinum hevur stórar búskaparligar møguleikar við sær, men eisini avbjóðingar viðvíkjandi umhvørvi og trygd.

Útgreiningin er ætlað sum grundarlag undir einari breiðari politiskari viðgerð av støðu Føroya í Arktis, og hvussu Føroyar á bestan hátt fyrireika seg til nýggju umstøðurnar. Dentur verður lagdur á millumtjóðasamstarv,vinnu, umhvørvi og gransking í arktiskum høpi.

Løgmansskrivstovan hevur staðið fyri arbeiðinum við útgreiningini. Ein bólkur við serfrøði úr vinnulívi, granskingarumhvørvi og almennum stovnum hevur veitt ráðgeving í sambandi við arbeiðið.

Í ráðgevandi bólkinum vóru: Marita Rasmussen, Vinnuhúsið, Jan Müller, Faroese Oil Industry Group, Annika Sølvará, Granskingarráðið, Ólavur Gregersen, Syntesa, Jákup Mørkøre, Fiskimálaráðið og Vilhjálmur Gregoriussen, Vinnuháskúlin.

Útgreining, ið hevur heiti Føroyar– eitt land í Arktis verður handað løgmanni á tíðindafundi hósmorgunin 11. apríl kl. 9.00 á Løgmansskrivstovuni.