Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Arkitekturur til fólkið

Arkitekturdagarnir vórðu settir í Múllers Pakkhúsi nú kl 17. Fyrsti røðari var Heðin Mortensen, borgarstjóri. Hann legði fyri við at siga, at hann fegnaðist um heitið á hesum átakinum: ”Arkitekturur í vælferðsamsfelagnum”

- Hetta, at tit leggja dent á arkitektur til fólkið. Og at tær íløgur, ið nú verða gjørdar í samfelagnum, skulu virka við til, at vit í mong ár fram skulu hava eitt vælvirkandi vælferðarsamfelag, har fólkið trívist - tað er akkurát eftir okkara høvdi.

- Tí ynskið hjá Tórshavnar kommunu er tað sama sum tykkara: At úrslitið verður eitt samfelag, har fleiri leggjast aftrat og ikki flyta frá.

- Skulu vit hava ein vaksandi búskap, so mugu vit gerast fleiri. Og øll hesi, sum skulu vaksa um búskapin, mugu og skulu hava okkurt at búgva í, okkurt at fara til, og góðar og kveikjandi karmar at virka í.

- Arkitekturur ávirkar í stóran mun lívið hjá okkum øllum. Arkitekturur setir kósina nógv ár fram í tíðina og yvirlivir ofta fleiri ættarlið. Arkitekturur snýr seg tí í stóran mun um at leggja ætlanir, um at velja – bæði í mun til heildina og smálutirnar.

- Vit uppliva kanska mest medvitað arkitekturin, tá vit halda, at hann ikki riggar. Men hann formar so ítøkiliga og bókstaviliga karmarnar um lívið hjá okkum, at hann ávirkar tað sum vit hugsa, gera og megna, nógv meira enn vit vanliga geva okkum far um. Tað er tað, sum ger góðan arkitektur so ómetaliga virðismiklan.

- Tit arkitektar eiga tí ein stóran leiklut, saman við okkum politikarum, í at skapa framtíðar vælferðasamfelagið. Umframt at tekna hús, eru tað eisini tit, sum leggja til rættis karmarnar um okkara samfelag og skapa tey rúm – bæði úti og inni – sum skulu eggja og menna trivnað - og harvið eisini skapanarhug og dirvið til nýggjar, stórar tankar hjá bæði ungum og gomlum.

- Tað eru tit, sum t.d. skapa skúlarnar og seta karmarnar fyri læring, pedagogisku stevnumiðunum og trivnaðinum. Og harvið eisini hugin til at læra og virka saman. Tað eru tit, sum skapa karmarnar um okkara ellisár, og gera tað møguligt at vera virkin undir tryggum og virðiligum korum. Tað eru tit, sum tekna alt frá bygningum, lampurnar og møblarnar til viðalundirnar og kirkjugarðarnar.

- Her er tað so ómetaliga virðismikið, um vit í opinleika megna at skapa eitt livandi, positivt og gevandi samskifti millum okkum politikarar, tykkum fakfólk og almenningin. Og eitt slíkt samskifti fær bert veruligt flog, um tit arkitektar megna at lyfta tað upp og tryggja, at tað er livandi, ítøkiligt og áhaldandi. Her er neyðugt, at tit eisini tora at koma út úr fakligu fílabeinstornunum, og samskifta á einum støði, har flestøll sígja meining í at vera við.

- Eg fegnist um, at Tórshavnar kommuna í dag leggur fram fyri tykkum høvuðsbygnaðarætlan um býarvøkstur fram til 2030. Hetta eru leiðreglur okkara um býarvøkstur, um staðeting av ferðslukervi, búseting, ídnaðarøkjum, stovnum, ið hoyra vælferðasamfelagnum til, og um varðveiting av náttúru, siðsøgu og vernd av áum, vøtnum og sjógvi. Mánadagin verður hendan ætlan løgd fram til almenna hoyring, so allir borgarar í kommununi kunnu kunna seg um hana og geva okkum góð input og viðmerkingar.

- Kommunuætlanin er tann raðfesting, bæði kommunan og tit arkitektar koma at virka eftir. Hetta er okkara politiska skjal um menningina inn í framtíðina, ein karmur um eina vakstrarætlan, vit í felag skulu fylla við innihaldi; men ivaleyst eisini broyta og laga til við glógvandi hugskotum og skilagóðum grundgevingum.

- Innihaldið avger, um vit megna at fáa búskaparvøkstur og fólkavøkstur, tí her verður høvuðsstaðurin raðfestur og skipaður inn í ein vælumhugsaðan og framtíðarkendan kommunuplan í einum samspæli millum vakran og spennandi arkitektur, eitt virkið vinnulív, ein livandi miðbý við einum væl vardum gomlum býarparti, og vakra náttúru bæði í bý og á bygd.

- Tí gleði eg meg til at hoyra tykkara tankar um arkitektur í vælferðarsamfelagnum. Tí tað eru tit, sum hava vitanina og førleikan til at siga okkum politikkarunum, um enn kanska ikki beinleiðis hvar skápið skal standa, so hvussu tað eigur at síggja út, og um tað kanska heldur átti at verið ein reol ella eitt chatoll.

- Eg gleði meg at gerast ovfarin av tykkara komandi hugskotum. Takk fyri innbjóðingina til Arkitektadagarnar 2014, vælkomin øll higar í Múllers Pakkhús, og eg fari nú at lata orðið til Anniku Olsen, landsstýriskvinnnu, sum skal seta Arkitektadagarnar, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.