Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Arkitekturpolitikkur settur á breddan

BYGGILIST: Mikudagin skipaði Landsverk fyri evnisdegi í Norðulandahúsinum undir heitinum “Arkitekturpolitikkur”. Umleið 25 arkitektar vóru komnir saman at umrøða hetta spennandi evnið, sum nú er sett á breddan fyri víðari umrøðu.

Herfyri gjørdi Landsverk greitt, at stovnurin fór undir at fyrireika og formfesta ein arkitekturpolitikk, ið skal nýtast sum stevnumið og leiðbeining fyri alt, sum framyvir verður bygt í Føroyum. Ein politikk, sum verður gjørdur við virðing fyri bæði tí arvi og siðaarvi, ið vit sum land eiga.

Ein liður í hesum var eitt tiltak mikudagin, har Landsverk hevði bjóðað áhugaðum arkitektum í Føroyum til evnisdag í Norðurlandahúsinum undir heitinum, “Arkitekturpolitikkur”.

Mikael Viderø, leiðari á byggideildini á Landsverki, setti yvirskipaða spurningin, um ikki land og kommunur eiga at hava ein arkitekturpolitikk, og um so er, hvat hesin skal innihalda.

- Vit á Landsverki hava seinastu tvey árini arbeitt við hesum spurningi. Millum annað hava vit kannað, hvussu gjørt verður ymsastaðni úti í heimi, segði Mikael Viderø og vísti á, at Landsverk arbeiðir eftir einum avrikssáttmála, sum á hvørjum ári verður gjørdur við avvarðandi aðalráð. Í hesum føri Fíggjarmálaráðið.

Í avrikssáttmálanum fyri 2014 stendur soleiðis um arkitekturpolitikk:

“Tað er umráðandi, at tað almenna er ein fyrimynd og gongur á odda í byggilistarligum viðurskiftum. Vit menniskju hava fyri stóran part okkara samleika í tí fysiska umhvørvinum, náttúruni og í tí menniskjaskapta rúminum. Býir og bygdir, bygningar, landslag og býarinnbúgv hava stóran týdning fyri trivnaðin hjá fólki.

- Við hesum í huga er tað av stórum týdningi, at yvirskipaða tilgongdin til bygging verður sett á breddan. Byggideildin tekur lut í norðurlendskum samstarvi um arkitekturpolitikk, og deildin fer í 2014 at orða eina ætlan fyri byggilist.”

Evnisdagurin varð skipaður sum verkstova við arbeiðsbólkum, sum fingu ymsar uppgávur at loysa.

- Tað er umráðandi at byrja við at fáa eina felags fatan av, hvat arkitekturpolitikkur merkir, segði Ole Jensen, arkitektur á Landsverki, sum stýrdi bólkaarbeiðinum.

Hann vísti á, at politikkurin eigur at verða orðaður soleiðis, at hann ikki verður eitt haft um beinið, men tvørturímóti ein stimbran frameftir.

Við evnisdegnum er skjøtil settur á at fáa eina breiða undirtøku millum fakfólk innan arkitektur, fyri síðani at evna til ein arkitekturpolitikk. Hesin skal leggjast fyri teir partar, sum kunnu hava ávirkan á, verða ávirkaðir av ella sum hava áhuga í arkitekturpolitikkinum.