
Arkitekturdagurin 2012
Fríggjadagin 2. november kl 15 letur upp framsýning í Norðurlandahúsinum í sambandi við alltjóða Arkitekturdagin.
Á skránni er framsýning og fyrilestrar.
Evnið fyri arkitekturdagin í ár er
Arkitekturur í gerandisdegnum
Hetta evni fevnir um allan vanligan arkitektur, bygningar og býarrúm, sum vit dagliga gera brúk av.
Á framsýningini verða útvald projekt hjá teknistovum og arkitektum yvirhøvur.
Eisini verður ein serframsýning um hugskotskappingina um miðbýin í Klaksvík. Her verða umframt virðisløntu uppskotini sýnd fram tey mest áhugaverdu av hinum uppskotunum.
Skrá
Fríggjadagin 2. november
kl.15.00 Framsyningin letur upp.
kl.16.00 Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, setur Arkitekturdagin.
Aftaná verður bjóðað ein drekkamun.
Leygardagin 3. november
Kl.15.00 Fyrilestur við Inga Katrin Winther, arkitekti. Hon fer at greiða frá einum uppskoti til nýtt Náttúrugripasavn, sum hon gjørdi til eksamiuna hjá sær.
Kl.16.00 Fyrilestur við Albert Isfeld, arkitekti. Hann fer at greiða frá um Saltsiloina á Drelnesi.
Sunnudagin 4. november
Kl.16.00 Fyrilestur við Ósbjørn Jacobsen, arkitekti. Hann fer at greiða frá um vinnandi uppskotið til nýggjan miðbý í Klaksvík. Eisini fer hann at greiða frá um ymisk arbeiði hjá Henning Larsen teknistovuni.
Framsýningin er opin
Fríggjadagin 2. november kl 15-17
Leygardagin 3. november kl 10-17
Sunnudagin 4. november kl 14-17
Øll eru vælkomin
Arkitektafelag Føroya