Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Århus bandin

Tað var við spenningi at fólk settu seg at hyggja at Eik-gøluni hóskvøldið. Sjálvt um vit høvdu hoyrt um tað mesta fyrr. Um hvussu Eik fíggjaði bordel og lænti eina hálva milliard til ein lækna, sum var falleraður hash bóndi. Hann hevði tveir málningar sum pant, og hesir báðir vóru sjálvsagt falskir.

Sendingin segði alt. Jan Lamhauge var illa fyrireikaður og dugdi ikki at rokna, tí skuldi hann gera eina bankasending.

Men sendingin segði einki um leiklutin hjá útvarpinum og sjónvarpinum í hesum verki. Dimmalætting, hvussu bleiv hon offrað á altari býttleikans?

Nógvir sektorar í føroyska samfelagnum fungera eftir sama Eik leistinum, men tað fær bara ongar fylgjur, uttan fyri heiðurlig fólk.

Hugsið tykkum um løgregla, dómsvald og skúlar eru skornir eftir sama leisti? Hvussu kunnu vit so tosa um nakað samfelag yvirhøvur? Bankagølan í 1993 var ein føroysk gøla, har danir hongdu rokningina um hálsin á føroyska skattgjaldaranum. Eik gølan bleiv ikki størri, tí søgan vildi at “Den danske bank” og allir aðrir danskir bankar blivu bjargaðir av donsku stjórnini um somu tíð. Eik í Føroyum kom undir verjuna hjá Finansiel Stabilitet og Astrup kom aftur til landið.

Falleraðu stjórarnir fingu beinanvegin starv, tann eini í almannaverkinum, av øllum støðum.

Århus bandin hevði serligan vín-kjallara Yviri við Strond, og har ganga teir enn, tí einki í Føroyum fær fylgjur, tí einki skal bera til í Føroyum, sum skil er í. Eittans óskil ber til og hetta var so tað.

Soleiðis vilja vit hava tað í Føroyum.

-credo.