Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, leggur dent á, at tað er sera umráðandi, at limirnir standa saman í forskúla-verkbanninum. - Ger bara ein einstakur limur ímóti boðunum, kann hetta elva til stóran ampa og afturstig í royndum felagsins at vinna hesum starvsbólki rímilig og ikki minst rættvís viðurskifti, sigur hon.



Arbeiðssteðgur og verkbann stendur við

Kommunurnar ætla nú at søkja eftir námsfrøðingum til forskúlarnar, sjálvt um Føroya Pedagogfelag hevur noktað limum sínum at søkja hesi størvini, tí tey ikki eru flokkað, og arbeiðssteðgur av somu orsøk er lýstur at fara í gildi, beinanvegin nýggja skúlaárið byrjar. Pedagogfelagið heldur fast um, at námsfrøðingar og lærarar í forskúlunum skulu hava somu løn, tí tey sambært forskúlakunngerðini eru felags um arbeiðið.

Skrivað hevur: Ingolf S. Olsen - PRESS

Føroya Pedagogfelag minnir í almennari lýsing í dag aftur sínar limir á, at felagið framvegis blokerar námsfrøðingastørvini í landssins forskúlum, sum felagið eisini hevur lýst arbeiðssteðg á frá á midnátt 17. august, tá næsta skúlaár formliga byrjar. Lýsingin sigur stutt og greitt, at Føroya Pedagogfelag noktar øllum limum sínum at søkja arbeiði í forskúlunum.

Orsøkin til, at felagið endurtekur verkbannið nú, er hon, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, í skrivi í gjár gjørdi Pedagogfelagnum greitt, at kommunurnar nú fara at søkja eftir námsfrøðingum til næsta skúlaár, hóast trætan er óloyst.

Tað merkir, at KAF ikki ætlar at bíða eftir, at trætan við Føroya Pedagogfelag um flokkingina av námsfrøðingastørvunum í landsins forskúlum verður viðgjørd og loyst í samsvar við galdandi reglur og mannagongdir fyri trætur á arbeiðsmarknaðinum.

KAF kærdi

Tað var annars KAF sjálvt, sum 23. juni stevndi Pedagogfelagið í Fasta Gerðarrættin at fáa málið loyst. KAF bað um fáa málið viðgjørt sum skundmál, men hesum hevur Halgir Winther Poulsen, ið er gerðarrættardómari í málinum, ikki eftirlíkað.

Advokaturin, ið umboðar Føroya Pedagogfelag í málinum, er nevniliga burturstaddur og hevur tí biðið um, at fyrreikandi fundurin í gerðarrættinum ikki verður fyrr enn 3. juli. Hesum mótmælti advokaturin hjá KAF, men Halgir Winther Poulsen helt tó ikki málið hava sovorðnan skund, at tað ikki kundi bíða, til advokaturin hjá Pedagogfelagnum var afturkomin.

Gerðarrættardómarin hevur tískil ásett fyrireikandi fundin at vera hósdagin í næstu viku, 3. juli, kl. 10.

Tað hevur álvarsligar avleiðingar at seta seg upp ímóti einum lýstum verkbanni. Í ringasta føri kann tað merkja útihýsing úr Pedagogfelagnum – sí faktaboksina niðast í greinini.

Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, leggur dent á, at tað er sera umráðandi, at limirnir standa saman í hesum týdningarmikla og prinsipiella máli. - Felagið gongur sjálvandi út frá, at ongin ger ímóti boðunum um ikki at søkja hesi størvini. Ger bara ein einstakur limur ímóti boðunum, kann hetta elva til stóran ampa og afturstig í royndum felagsins at vinna hesum starvsbólki rímilig og ikki minst rættvís viðurskifti, sigur hon.

Kelda: http://www.pedagogfelag.fo/tidindi/vis-grein/grein/arbeidsstedgur-og-verkbann-stendur-vid-213/