
Arbeiðssetningurin, sum skal gera tilmæli um nýggja fiskivinnuskipan
Nevndin skal eftirmeta og endurskoða skipanina av føroysku fiskivinnuni í síni heild – herundir lógina um vinnuligan fiskiskap og aðra viðkomandi lóggávu – og gera fullfíggjað uppskot til lóggávu, skipanir og skiftisskipanir, ið kunnu røkka málunum við nýskipanini.
Høvuðsmálini eru:
- At øll føroyska fiskivinnan verður skipað undir tryggum og haldførum lógarkørmum, fyrisiting og skipanum.
- At livandi tilfeingið í føroyskum sjógvi og tey rættindi Føroyar eiga í altjóða sjógvi og hava samrátt seg til við onnur lond, eru ogn Føroya fólks og eru varandi grundarlag undir føroyska búskapinum og vælferðini hjá tjóðini.
- At Føroyar skulu gerast undangonguland at umsita allar fiskastovnar burðardygt – bæði í egnum sjógvi og í altjóða samstarvi – og at hava fremstu vitan og gransking um fiskastovnar og vistfrøðiligu skipanirnar í havinum.
- At tilfeingið er tryggjað sum ogn hjá fólkinum, og at rættindini at troyta tað eru á føroyskum hondum.
- At til ber at skapa mest møguligan virðisvøkstur og avkast í Føroyum av fiskatilfeinginum til reiðarí, manningar, virkir, fyritøkur, starvsfólk, tænastuveitarar og samfelagið alt, og at vit støðugt menna nýskapan og føroyskar førleikar í øllum pørtum av virðisskapanini.
- At tilfeingisrentan gerst so optimal sum gjørligt, og at størst møguligur partur av tilfeingisrentuni fellur til landið.
- At til ber at virka í eini marknaðargrundaðari fiskivinnu við vinnuligum frælsi undir jøvnum kappingartreytum.
- At vinnumøguleikar ikki savnast á fáum hondum, men at somu rættindi eru at bjóða seg fram at reka vinnu, og grundarlag er fyri fjølbroyttum virksemi, nýskapan og menning kring landið.
- At Føroyar støðugt menna sín leiklut og sína ábyrgd í altjóða samstarvi og avtalum um fiskiskap og fiskivinnu – og tryggja sín rættvísa part av rættindunum til felags og ferðandi fiskastovnar, umframt at samráða seg til skilagóðar avtalur við onnur lond um møguleikar og atgongd at fiska hvør hjá øðrum.