Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Arbeiðsmegi er ein avmarking hjá byggivinnuni

Fjórða hvør byggifyritøka metir, at atgongd til skikkaða arbeiðsmegi er ein avmarking fyri teirra virksemi. Hetta er ein greið ábending um, at reglurnar fyri at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya mugu gerast liðiligari.

Vinnuhúsið:

Seinastu tíðina hevur kjak verið um, hvussu liðiligar reglurnar fyri útlendskari arbeiðsmegi í Føroyum skulu vera. Samstundis sum vit hava eitt arbeiðsloysi uppá góð 5 prosent, hava summar vinnugreinar tørv á arbeiðsmegi. Hvussu ber tað til?

Trupulleikin er, at tann arbeiðsmegin, sum er arbeiðstøk í løtuni, ikki passar til tann eftirspurning, sum arbeiðsgevarar hava. Tí er neyðugt at hava meira smidligar reglur fyri, hvussu skikkað útlendsk arbeiðsmegi kann koma til Føroya.

Fíggjarmálaráðið skrivaði soleiðis um vantandi arbeiðsmegi í byggivinnuni tann 13. juli í ár:

 Byggivinnurnar vænta, at tørvurin á arbeiðsmegi fer at minka, samstundis sum tær siga, at tørvurin á arbeiðsmegi er vorðin ein vaksandi trupulleiki fyri framhaldandi vøkstri. Hetta kann vera eitt tekin um, at byggivinnurnar mangla skikkaða arbeiðsmegi, skrivar Fíggjarmálaráðið í seinasta konjunkturbarometrinum.

Tað nyttar lítið, at ein byggifyritøka í Havn hevur tørv á elektrikarum, meðan ófaklærd eru tøk aðrastaðni í landinum. Tað er greitt, at her er ikki samsvar millum eftirspurningin og útboðið av arbeiðsmegi.

Atgongd til skikkaða arbeiðsmegi er altavgerandi, um føroyskar fyritøkur og føroyska samfelagið skulu mennast. Væl útbúnir útlendingar, ið koma til landið, eru við til at skapa vøkstur og vælferð í Føroyum, sum bæði vinnulív og samfelag njóta gott av.

Hetta kann gerast við at seta í verk aftur avtaluna, sum var gjørd við danir í 2008 um at loyva útlendskari arbeiðsmegi til Føroya at arbeiða. Avtalan segði, at um arbeiðsloysi var minni enn 3,5 prosent, kundu føroyskar fyritøkur seta ES-borgarar í starv við eini fráboðan til Udlændingeservice. Henda avtalan kann setast í verk aftur uttan avmarkingina uppá 3,5 prosent.

Um reglurnar fyri at fáa skikkaða útlendska arbeiðsmegi til Føroya eru ov avmarkandi, gongur tað út yvir vøksturin í samfelagnum sum heild, og tað hevur eingin áhuga í. Ætlanin er als ikki at lata slúsurnar upp, men at geva føroyskum fyritøkum møguleika at vaksa við at kunna seta væl kvalifiseraða arbeiðsmegi, sum ikki finst her á landi frammanundan, í starv.