Arbeiðsloysisskipanini (ALS)
Slóðbrótandi samstarv millum Klaksvíkar Kommunu og ALS.
Fyri at røkka betur út til viðskiftafólk, fyritøkur og samstarvsfelagar hevur ALS nú starvsfólk í býráðshúsinum í Klaksvík hvønn hósdag. Sum eina roynd er avtala gjørd millum ALS og Klaksvíkar Kommunu, sum inniber, at kommunan veitir hølir til starvsfólk hjá ALS hvønn hósdag.
Talan er um Beintu Árnadóttir Gregersen, ið starvast sum kveikjari hjá - Tað ræður um at hjálpa fólki til at finna arbeiðsmøguleikar, og tí gera vit hesa royndina, sigur Beinta Árnadóttir Gregersen, starvsfólk hjá ALS, sum nú er at hitta hvønn hósdag í Miðlan, móttøkan í býráðshúsinum í Klaksvík.
- Við eisini at vera í lokaløkinum røkka vit betur út til allar partar, og møguleikin fyri at skapa nýggjar arbeiðsmøguleikar fyri okkara viðskiftafólk skuldu tí verið størri. Tað er hetta, sum henda royndarskipan gongur út uppá, sigur Beinta, sum altso er at hitta hvønn hósdag í Miðlan, Býráðshúsið, Nólsoyar Pálsgøta 32 í Klaksvík.
- Fyri okkum sum lokaløki ræður um at gera ein innsats at finna møguleikar fyri menning, og vit her í kommununi síggja hesa royndarskipanina sum eina útrætta hond frá ALS, sum vit fegin vilja virka við til, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri.
- Vónandi kann hetta geva nýggjar møguleikar fyri arbeiði til fleiri hendur.
Beinta Árnadóttir Gregersen, kveikjari hjá ALS, hevur tlf. 349550 og teldupost:
Klaksvíkar Kommuna hevur tlf. 410000.
Kelda: www.klaksvik.fo