Arbeiðsloysið minkar
Løgmaður hevur í dag svarað fyrispurningi frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingskvinnu, har løgmaður m.a. vísir á, at arbeiðsloysið í Føroyum er minkandi og er næst lægst millum 8 av næstu grannalondum okkara.
Løgmaður vísti eisini á, at samgongan hevur sett fleiri átøk í verk fyri at basa arbeiðsloysinum. Eisini vísti hann á, at nógv átøk eru í umbúnað at fremja innan vinnuligar karmar, verandi og nýggjar vinnur, gransking og útbúgving og marknaðarføring av Føroyum.
Løgmaður legði dent á, at lágt arbeiðsloysi er eitt tað týdningarmesta lyklatalið at stýra eftir. Tí kunnu vit fegnast um, at arbeiðsloysið í Føroyum hevur verið minkandi í seinastuni og framvegis minkar. Hetta hevur positivt árin á trivnað, búskaparvøkstur og fólkavøkstur. Svar uppá fyrispurning um vaksandi arbeiðsloysi kann lesast :