Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Arbeiðsloysið minkaði við 126 í apríl

Talið av fulltíðararbeiðsleysum var 1.578 í apríl, ið er 126 færri enn í mars mánaða. Tað svarar til, at arbeiðsloysið er minkað úr 6,3 til 5,8%.

Um hædd verður tikin fyri árstíðarbundnum broytingum, var árstíðarjavnaða arbeiðsloysið 5,6% í apríl, ið er eitt fall á 0,1 stig í mun til mars.

Býtt á kyn vóru 822 fulltíðararbeiðsleys konufólk og 756 mannfólk í apríl. Hjá kvinnum minkaði talið við 28 og hjá monnum við 98, samanborið við mars.

Fyri einum árið síðan var talið av fulltíðararbeiðsleysum 1.950, svarandi til 7,2%. Nú er talið komið niður á 1.578, svarandi til 5,8%, og er tað minsta síðani november 2010.

Flest í Streymoy, men lutfalsliga flest í Suðuroy

Í apríl minkaði arbeiðsloysið í øllum sýslum. Í tali eru flest arbeiðsleys í Streymoy, men roknað í % av arbeiðsfjøldini, liggur arbeiðsloysið í Suðuroy áhaldandi væl omanfyri arbeiðsloysið í hinum sýslunum í landinum.

Kynsmunur í arbeiðsloysinum

Síðan apríl 2011 er talið av fulltíðararbeiðsleysum monnum minkað við 162 og av konufólkum við 210, samanlagt 372.

Stabbamyndin niðanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysisprosentinum hjá ávikavist monnum og kvinnum. Hjá kvinnum minkaði tað úr 7,7% í apr. 2011 til 6,5% í apríl 2012, og hjá monnum minkaði tað úr 6,6% til 5,1%.

Arbeiðsloysið størst millum tey elstu Stórur munur er á, hvussu arbeiðsloysið er í ymisku aldursbólkunum. Størst er tað millum tey elstu, og minst millum tey í miðjum árum. Hetta er umleið sama mynstrið sum í apríl í fjør. Lutfalsliga er minkingin í arbeiðsloysinum minst millum elstu.

Fleiri arbeiðsloysistøl eru at finna í hagtalsgrunninum við at trýsta á linkin: 

http://www.hagstova.fo/portal/page/portal/HAGSTOVAN/Hagstova_Foroya/Hagtalsgrunnur/arbeid_lon