Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Arbeiðsgevari: Læran og skúlin samsvara ikki

TEMA UM SKRIVSTOVULÆRLINGAR: - Tað er alneyðugt at dagføra skrivstovuútbúgvinga, tí í løtuni fáa arbeiðsgevararnir ikki tað, sum teimum tørvar, sigur Elsa Johanna Høgenni, sum er deildarleiðari á starvsfólkadeildini hjá Tórshavnar kommunu
  
Sveinur Tróndarson, journalistur
 
- Tað er ikki bara óheppið fyri skrivstovulærlingarnar sjálvar. Tað er eisini óheppið fyri arbeiðsgevararnar, sum ikki fáa tað arbeiðsmegi, sum teimum tørvar, tí útbúgving er skrúvað saman sum hon er í dag. Tað kann vera ein av orsøkunum til, at almennu arbeiðsgevararnir ikki seta fleiri lærlingar, og eisini tað er óheppið, tí vit skulu seta fólk við.
 
Tað sigur Elsa Johanna Høgenni, sum er deildarleiðari á starvsfólkadeildini hjá Tórshavnar kommunu til kjakið um, at almennu arbeiðsplássini bara gjørdu níggju sáttmálar við skrivstovulærlingar í fjør.
 
Útbúgvingin passar ikki til
Samlað vóru gjørdir 307 nýggir lærlingasáttmálar í 2016, og tað merkir, at bara trý prosent av samlaða talinum av lærlingum í fjør valdu almennu skrivstovuútbúgvingina.
 
Og tað er ein trupulleiki fyri framtíðina, heldur deildarleiðarin á starvsfólkadeildini hjá Tórshavnar kommunu.
 
- Vit skulu seta fólk við sum frálíður, og við so lágari tilgongd, kann tað merkja, at vit hava ikki nóg nógv fólk at seta við, sigur Elsa Johanna Høgenni.
 
Tá tað er sagt, skilir hon, at almennu arbeiðsgevararnir aftra seg við at seta fleiri nýggjar lærlingar – tá man ikki fær tað man hevur brúk fyri.
 
Hon er fegin um, at man frá yrkisdeplinum er farin í holt við at endurskoða útbúgvingina, tí tað er neyðugt. Talan er um eina “gamla” útbúgving, sum ikki er tillagað í nógv ár. Skúlagongdin er í Danmark og tað er ein trupulleiki, tí danska skúlaverkið vendir sær móti ES og ES-rætti. Tað tørvar okkum ikki í Føroyum, vísir hon á og leggur afturat, at vit hava førleikarnar til at taka útbúgvinga heim.
 

Elsa Johanna Høgenni, deildarleiðari á starvsfólkadeildini hjá Tórshavnar kommunu
 
Skúlast í føroyskum viðurskiftum
- Vit hava brúk fyri skrivstovufólki, sum hava útgangsstøði í okkara viðurskiftum, sum kenna okkara skipanir og okkara regluverk. Vit hava í løtuni tvey sett av skrivstovuútbúgvingum, ta almennu og ta privatu. Ein av trupulleikunum er, at tað eru lagdar handilsligar lærugreinar inn í almennu útbúgvingina, sum ongan relevans hava fyri ta útbúgvinga. Millum annað tí tørvar okkum eina dagføring, sigur Elsa Johanna Høgenni.
 
Eftir hennara tykki átti útbúgvingin at verið “tikin heim”, so lærlingarnir gingu í skúla her. Samstundis átti útbúgvingin at verið uppstigað, so hon ikki longur er á støði við eina miðnámsútbúgving, men liggur hægri enn tað.
 
- Meginparturin av okkara unga fólki hevur í dag eina miðnámsútbúgving frá skúlanum. Tí hevði tað eftir mínum tykki verið skilagott, um vit høvdu lyft hesa útbúgving upp á akademistøðið, millum annað við kravi um at fáa nýggjar lærugreinar inn; sum t.d. fyrisitingarlóg, føroyska regluverkið, tær skipanir, sum vit brúka her og kanska eisini eitt sindur um føroysku politisku skipanina, sigur Elsa Johanna Høgenni.
 
Krøvini til førleikan hjá skrivstovufólki eru broytt seinastu árini samstundis sum at lógarkrøvini til almenna fyrisiting eru herd, og at talgildingin av álvara hevur tikið dik á seg, heldur hon.
 
- Við at dagføra útbúgvingina fáa vit skrivstovufólk, sum hava rætta og viðkomandi førleikan til at arbeiða í almennu fyrisitingini, sum samsvarar við tey krøv og uppgávur, sum liggja har í dag. Avbjóðingin er, at vit ikki hava eina tíðarhóskandi føroyska lærlingaútbúgving, og at lærlingar ikki fáa tað teoretiska grundarlagið, sum er neyðugt fyri at arbeiða í almennari fyrisiting.