Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Arbeiðsgevarar kunnu nú søkja um undangóðkenning til Fast track skipan

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at tað nú verður lættari hjá arbeiðsgevarum at fáa atgongd til útlendska arbeiðsmegi uttanfyri ES lond.

18. november kom avtalan millum landsstýrismannin í arbeiðsmarknaðarmálum og danska ráðharran í Útlendinga-og Integrasjónsmálum um Fast Track skipan í gildi. 

Arbeiðsgevarar kunnu nú søkja um undangóðkenning til Fast Track skipanina fyri 3. landsborgarar. Tað er útlendingastovan sum góðkennir fyritøkur til hesa skipan. Á heimasíðuni hjá Útlendingastovuni www.utlendingastovan.fo liggur oyðublaðið til endamálið kallað FO/FT. 

Tá arbeiðsgevarin er vorðin góðkendur til Fast Track fyri 3. landsborgarar, kann útlendski arbeiðstakarin søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi eftir avtaluni um Fast Track. Hesar umsóknir skulu sendast til Styrelsen for International Rekruttering og Integration (SIRI). Gevið gætur, at útlendski arbeiðstakarin skal hava fingið játtað arbeiðsloyvi, áðrenn viðkomandi byrjar at arbeiða. 

Arbeiðsgevari, sum frammanundan er undangóðkendur til Fast Track skipanina fyri starvsfólk úr ES, má søkja um og fáa játtað undangóðkenning til nýggju skipanina, um ætlanin er at seta starvsfólk úr 3. londum í starv eftir Fast Track skipanini. Talan er um tvær ymiskar skipanir, við hvør sínari undangóðkenning, og ein undangóðkenning til ES-skipanina kann tí ikki nýtast til at seta 3. landsborgarar í starv eftir nýggju Fast Track skipanini. 

Á heimasíðuni hjá Útlendingastovuni síggjast treytirnar fyri at søkja um undangóðkenning umframt oyðublað at brúka til endamálið.