
Arbeiðseftirlitið skiljast frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
Ætlanin hjá Henrik Old, landstýrismanni er, at Arbeiðseftirlitið og Brunaumsjón Landsins verða løgd saman og gjørd til ein sjálvstøðugan stovn
Øssur Winthereig – PRESS
Sum er, er Arbeiðseftirlitið skipað sum eind hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
- Politiska ætlanin er enn at skilja Arbeiðseftirlitið frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Brunaumsjón Landsins hevur eisini líknandi uppgávur, sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Tá hendan samgongan var skipað, vóru málsøkini broytt, soleiðis at lóg um arbeiðsumhvørvið og aðrar lógir um arbeiðsmarknað vóru lagdar í nýstovnaða Samferðslumálaráðið.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan var verandi í Vinnumálaráðnum.
Í samgonguskjalinum var skrivað, at arbeiðsumhvørvið verður uppraðfest, men hvussu tað skuldi gerast var ikki nevnt.
Kanska í 2017
Men í hesum lá eitt nú, at uppraðfesta sálarliga arbeiðsumhvørvið, og síðani er ein sálarfrøðingur settur á Arbeiðseftirlitinum.
Men landsstýrismaðurin ætlar at fara eitt fet víðari. Brunaumsjón Landsins er undir Fiskivinnumálaráðnum, og Henrik Old, landsstýrismaður, sær fyri sær ein stovn, har brunaumsjónin verður flutt í Samferðslumálaráðið og løgd saman við Arbeiðseftirlitinum.
Tó ivast landsstýrismaðurin í, um hetta hendir longu í 2017. Men hann hevur ikki heilt slept ætlanum um tær neyðugu lógarbroytingar, sum skulu til og at fáa fíggjarnevndina at taka undir við hansara ætlanum.
- Vit hava ikki ringar royndir av, at Arbeiðseftirlitið hevur ligið á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, men eg vænti vit kunnu spara við at leggja tað sama við Brunaumsjón Landsins, sigur Henrik Old, landsstýrismaður.
Arbeiðseftirlitið arbeiðir eftir lóg um arbeiðsumhvørvi, har endamálið er at virka fyri einum tryggum og heilsugóðum arbeiðsumhvørvi, sum altíð er í samljóði við teknisku og sosialu gongdina í samfelagnum.
Á Arbeiðseftirlitinum starvast 8 fólk og á Brunaumsjón Landsins er 2-3 fólk.