Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

ARBEIÐIÐ AT BYGGJA MUSIKKSKÚLAN VERÐUR BOÐIÐ ÚT

- Nú verður Musikkskúlin boðin út. Mentamálanevndin samtykti 5. november at taka undir við einum tilmæli frá tekniskari fyrisiting um at bjóða arbeiðið út í innbodnari høvuðsarbeiðstøku og beina málið í býráðið um fíggjarnevndina.

Fíggjarnevndin tók í farnu viku undir við hesum og málið kemur fyri á býráðsfundi í kvøld.

- Hetta verður eitt fantastiskt lestrarumhvørvi, sum vónandi verður mennandi fyri allar partar. Kommunan er í holt við at prosjektera nýggjan Vesturskúla í sama øki, nú bjóða vit Musikkskúlan út og vit hava eisini sett pláss av til eina stóra ítróttarhøll, umframt at vit arbeiða við vegaføring og parkeringsøkjum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

- Tá tosað verður um synergieffekt, so er eingin ivi um, at skúlin er betur staðsettur í hesum skúlaumhvørvinum. Umhvørvið millum Landavegin og Marknagilsvegin verður eitt livandi umhvørvi. Bara Vesturskúlin kemur samanlagt at hava um 775 næmingar, skúladepilin eftir hvat eg skilji yvir 1300.

- Haraftrat verður eitt ítróttaumhvørvi við hundra- ella túsundtals unglingum, Vesturskúlin fær atknýtt ítróttarvirksemi og ítróttarhøll verður bygd nær við Musikkskúlan. Og nú brúgvin samstundis kemur um Sandá og harvið nýtt samband við Argir, so verður alt hetta stóra økið knýtt saman.

- Økið er stórt, eingir trupulleikar eru við at útvega stór parkeringsøki, sum allir stovnarnir í økinum kunnu nýta eftir tørvi. Tað tekur vist 4 minuttir við bussinum úr Steinatúni út á Landavegin - og Musikkskúlin kemur at liggja nærri miðbýnum, enn hann hevði ligið í Sortudýki!

- Tí kann eg ikki annað enn fegnast um, at vit nú endaliga bjóða arbeiðið út, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.