Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Arbeiði í viðarlundini úti við Frælsið í Havn

Arbeiði er í løtuni í gongd í teirri viðarlundini, sum millum manna hevur verið rópt “Viðarlundin í Prestlág” ella “Viðarlundin úti í Grið”.

Tað er Tórshavnar kommuna, ið eigur hesa skógfriðaðu viðarlundina, ið er uml. 1 hektara í vídd, og sum varð sett á stovn miðskeiðis í 1970-árunum. Talan er um tvær ymiskar arbeiðsuppgávur, ið nú verða loystar undir einum.

Í 2011 søkti Tórshavnar kommuna Skógfriðingarnevndina um loyvi at seta útgerð upp at íðka ítrótt í hesi viðarlundini; útgerð eftir sama leisti sum tí á Glaðsheyggi. Skógfriðingarnevndin veitti loyvið 3. november 2011 undir ávísum treytum; m.a. til staðseting, og til dygd og røkt av útgerðini. Skógfriðingarnevndin vísti m.a. á, at um ein atgongd varð gjørd inn frá gongubreytini á vestaru síðu á Frælsisvegnum, hevði júst hesin bletturin í viðarlundini verið ógvuliga lætt atgongdur hjá mongum; stutt er haðani til fleiri p-øki, bussleiðin støðgar beint við, gonguteigur er beint hjá, og stutt leið hevði verið hjá mongu stovnunum í grannalagnum (t.d. Skúlin á Trøðni, Læraraskúlin, Fróðskaparsetrið o.fl.) at nýtt útgerðina. Plássið kann harnæst knýtast í gøtuskipanina í viðarlundini við gøtu sum heldur krøvini til atkomuleika fyri rørslutarnað, barnavognar v.m. Skógfriðingarnevndin var somuleiðis av teirri áskoðan, at útreiðslurnar at tilbúgva lendið og at fríðka um á staðnum standa væl mát við ta heilsugagnligu nyttu, ið hesin rørslumøguleiki kann veita borgarunum.

Síðani kom ódnarveðrið 24. november 2011 (ódnin Berit) og aftur jóladag (ódnin Dagmar), har m.a. tey trøini í hesi viðarlundini, ið vuksu út móti Frælsisvegnum, fingu somikið stórar løstir, at meginparturin av teimum máttu takast burtur. Tí er avrátt, at nú tá arbeiðið at tilbúgva lendið til ítróttarútgerðina fór í gongd, skuldi lendið, har trøini stóðu, samstundis verða loyst, velt og hampað, soleiðis at nýggja ættarliðið av trøum og runnum á staðnum fær so góðar umstøður í framtíðini, sum gjørligt.

Verkætlanin at seta útgerð upp til at íðka ítrótt verður væntandi liðug í summar, meðan arbeiðið at endurplanta økið í fyrsta lagi verður gjørt næsta vár, tí jørðildið skal fyrst hava høvi at seta seg.

Á myndini niðanfyri sæst økið lýst við reyðum:

Tað er Lendisdeildin hjá Tórshavnar kommunu, í samstarvi við skógfriðingarmyndugleikan á Umhvørvisstovuni, ið stendur fyri arbeiðinum.