Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Arbeiðarasáttmálarnir longdir í eina viku

Semingsmaðurin hevur útsett ein møguligan arbeiðssteðg

Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini funnu ikki nakra semju um nýggjar sáttmálar.
 
Týsdagin 8. mai tilkallaðu partarnir fyrstu ferð semingsmannin, men semingsmaðurin metti tá, at partarnir ikki vóru komnir nóg langt í samráðingunum, og hann heitti tí á partarnar um at fara aftur til samráðingarborðið.
 
Samráðingarnar hava sostatt hildið fram inntil í kvøld, men nú staðfestu partarnir, at ikki komst longur í samráðingunum.
 
Eftir at hava tosað við partarnar hevur semingsmaðurin longt sáttmálarnar í 7 dagar til fríggjadagin 18. mai á midnátt.
 
Ein møguligur arbeiðssteðgur skal fráboðast við í minsta lagi 48 tímum og kann ikki fráboðast, fyrrenn sáttmálarnir eru farnir úr gildi, og semingsstovnurin er givin við semingsroyndum sínum. Arbeiðssteðgur kann soleiðis í fyrsta lagi byrja mánadagin 21. mai á middegi.