Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Arbeiðarafeløgini stuðla Føroya Fiskimannafelag av fullum huga

Opið bræv til Føroya Løgting:

Arbeiðarafeløgini stuðla Føroya Fiskimannafelag av fullum huga, og heita á Føroya Løgting og - Landsstýri um at seta treytir við, tá ið fiskiloyvi vera útlutað um at føroyskir sáttmálar skulu brúkast. Soleiðis kunna myndugleikar taka ábyrgd og tryggja, at sosial dumping ikki hendur við vælsignilsi frá myndugleikunum.

Feløgini eru harðliga ímóti ætlanini um, at reiðaríir kunna rinda ein lítlið gjald fyri síðani at brúka alla ta útlendsku manning reiðaríir hóva fyri undirprís. Hetta er við til at vaksa um arbeiðsloysi og ger, at Føroyar fara at missa siglandi fólki. At nýta bíliga útlendska manning fer eisini í ólukkumát at skapa ójavna kapping í fiskivinnuni.

Tað verður ein vanlukka fyri samfelagið, um reiðarar ótarnaðir sleppa at bróta sáttmálar og seta fólk fyri undirlønir umborð á føroyskum skipunum. Hetta álvarsmál kann lætt loysast av myndugleikum landsins við at seta treytir við fiskirættindini.

Løgtingið eigur í hesum máli at taka ábyrgd, og gera tað einasta rætta. Løgtingið má tryggja føroyska sjófólkinum ímóti, at bílig arbeiðsmegi úti úr heimi skumpar teir í arbeiðsloysi, tí reiðaríir vilja hava løtuvinning. Málið er álvarsamt og má loysast, áðrenn enn størri skaði verður gjørdur. Vit kunnu upplýsa, at vit saman við Fiskimannafelagnum samstundis eru farin at fyrireika faklig stig móti teimum reiðarum, sum ikki fylgja føroysku sáttmálunum, soleiðis at hesi stig væntandi verða víðkaði til eisini at fevna um samhugatiltøk, sum koma at raka so stóran part av virkseminum hjá hesum reiðarum sum tilber, bæði á sjógvi og landi.

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag

Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag

Jastrid Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

Arthur Guðjónsson, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Vigdis Johannesen, Forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag