Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Áralangu avbjóðingarnar mugu loysast

Tað er neyðugt, at afturvendandi avbjóðingar hjá føroyskum fyritøkum í samvinnu við Ísland verða loystar. Tað gjørdi Aksel V. Johannesen, løgmaður, greitt, tá ið hann var á fundi í gjár við Bjarna Benediktsson, ið er íslendskur forsætisráðharri.

Løgmaður tók nøkur mál upp, sum fleiri landsstýri hava strongt á fyri at loysa. Millum málini, sum vórðu umrødd í Reykjavík, vóru avmarkingarnar hjá føroyskum fiskiførum í sambandi við fiskiskap eftir lodnu og málið um at útflyta heilivág til Íslands.

"Tað hevur stóran týdning fyri okkum føroyingar, at hesi málini verða endaliga loyst. Mín varhugi eftir fundin er, at vit eru á gáttini til at loysa apoteksmálið og at ósemjan um lodnufiskiskapin eisini er í einari góðari tilgongd," sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. 

Á fundinum viðgjørdu løgmaður og íslendski forsætisráðharrin eisini avbjóðingarnar í sambandi við Brexit. Føroyar og Ísland hava í stóran mun somu avbjóðingar, og bæði londini leggja nógv fyri fyri at tryggja sær so góð viðurskifti við Bretland sum tilber, nú bretar taka seg úr ES.

Løgmaður nýtti eisini høvi til at bjóða Bjarna Benediktsson til Føroya á almenna vitjan. Íslendski forsætisráðharrin takkaði fyri, og segði seg gleða til at vitja Føroyar.

Á Íslandsferðini helt løgmaður eisini flaggdagsrøðu á árliga flaggdagstiltakinum, sum Sendistova Føroya í Reykjavík fyriskipar. Røða løgmans kann lesast her: http://cdn.lms.fo/media/9510/flaggdagur-2017-ísland.pdf