Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eg havi einki ímóti, at Tórshavnar Kommuna (TK) nú ætlar at leiga út eitt hølið til apotek í miðbýnum. Eg heilsi tí ætlanini vælkomnari, sum alt annað, ið kann viðvirkað til økt virksemi í miðbýnum og gera býin meira lívligan uppá ymsar mátar.
 
Tá tað er sagt, skal eg viðmerkja, at Apoteksverk Føroya er ein landsstovnur og hevur inntøkufíggjað virksemi, og eigur tí ikki at fáa sersømdir frá TK, men rinda tann leiguprís, sum onnur noyðast at rinda.
 
Eg haldi, at vit eiga ikki at hava fleiri leiguprísir, alt eftir hvør leigarin er, og soleiðis geva nøkrum framíhjárætt ella gera mismun á teimum, sum vilja leiga frá kommununi – hendir tað, gerst talan um ein fjaldan stuðul. 

Tað er henda ólíka viðgerð og vantandi meginreglur, sum eg eri ímóti. 
 
Apotekið kemur oman í miðbýin, tað er heilt vís til stóra gleði fyri nógv fólk, tað havi eg einki ímóti.
 
Apotekið eigur bara at rinda vanligan marknaðarprís - alt annað er kappingaravlagandi.

Annfinn Brekkstein
Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu fyri Sambandsflokkin