Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Antin hevur ein persónur vápnaprógv, ella hevur hann tað ikki

Tí tykist tað margháttligt, at hava hesa viðmerkingina, “uttan vápnatrygdarskeið” við í próvnum, sigur løgtingsmaðurin, Kári P. Højgaard, úr Sjálvstýri, í viðmerking til fyrispurning til Aksel V. Johannesen, løgmann.

Kári P. Højgaard, Løgtingsmaður  hevur sett fyrispurning eftir Tingskipanini § 52a, til 
Aksel V. Johannesen, løgmanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Er talan um tvey sløg av loyvum, A og B?
2. Kann løgmaður greiða frá, hví vápnaprógv verður útskrivað við átekningini “Vápnaprógv 
        – uttan vápnatrygdarkeið”?
3. Hvørji framíhjárættindi hava vápnaprógv við vápnatrygdarskeiði?
4. Fer løgmaður at taka stig til at burturbeina átekningina, “uttan vápnatrygdarskeið”?

Viðmerkingar:
Fyri at fáa skipað viðurskifti og av trygdarávum eru broytingar framdar í vápnalógini. Møguleiki hevur eitt tíðarskeið verið hjá øllum borgarum, ið áttu ólóglig vápn, at teir kunnu lata hesi inn á øll løgreglustøðum kring landið við einari seinastu freist, uttan at verða revsaðir. Somuleiðis verða øll skotvápn skrásett, og vápnaloyvi krevst fyri at nýta hesi.

Undir viðgerðini av lógaruppskotinum vóru nógvar viðmerkingar. Breið semja var um, at persónar, ið høvdu eina reina revsiváttan, høvdu nátt ávísan aldur, áttu skotvápn og høvdu fingið royndirnar í lívsins skúla, ikki nýttust at taka skeiðið, fyri at fáa útskrivað vápnaprógv. Grundgeving var, at royndirnar kundu javnmetast við skeiðið.

Antin hevur ein persónur vápnaprógv, ella hevur hann tað ikki. Tí tykist tað margháttligt, at hava hesa viðmerkingina, “uttan vápnatrygdarskeið” við í próvnum.

Á Løgtingi, 3. apríl 2017

Kári P. Højgaard,
løgtingsmaður