Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ansa eftur við tínum orðum

Góði John av Reyni
Tað kemur altíð sníkjandi og so við og við flytast mørkini fyri góðan skrivi -og talu sið. Vit hava ein góðan skrivu sid í Føroyðum, men tað er einki at ivast í, at mørkini fyri, hvat mann kann standa inni fyri at skriva eru í løtum farin út á eitt síðuspor.  

Lat okkum ikki fara út á eitt síðuspor og byrja at skriva lesarabrøv og gera viðmerkingar við einum so hørðum ágangi at sjálv lýsingin av innihaldinum bara gerst til ein sekundæran boðskap.

Hetta hevur aldrin veri siður í Føroyðum og ímillum tey, sum greiða frá teirra boðskapum gjøgnum miðlarnar. Sjálvsagt skal og má tað verda neyðugt til tíðir, at rætta momentum ímóti einum ávísum persóni við einum fyrispurningi ella undran og hetta gevur eisini rúmd fyri, at eitt orðaskifti og meiningar verða avgreiddar og ein triði og fjórði partur far høpi til at blanda seg uppí kjakið. Vit skulu sjálvsagt verja talu og skrivifrælsi, men tað merkir ikki á nakran hátt, at tað so má og skal misnýtast. 

Bara tí ein persónur kann verða sera persónliga ágangandi ímóti einum øðrum persóni nýtist tað ikki at verða ein sjálvsagtur rættur, sum skal praktiserast, tí so far tað fullkomuliga skrivi og talu frælsi við tíðuni møguliga ímillum fólk eisini tey at hugsa seg um, um tað fullkomuliga bara hevur ein týdning í sjálvum orðinum og far eina heilt aðra uppfatan í verðuleikanum.

Tað er bæði neyðugt og sømuligt at hava eina góða kjakmentan. Tað er eisini ein grundsteinur í okkara demokratisku skipan, at fólk greiða frá teirra sjónarmiðum og hava møguleikan til at lýsa við egnum orðum, hvørs meining tey hava viðvíkjandi einum máli.

Í so máta er tað ikki altíð tað rætta at verða ov hvassorðaður, tí boðskapurin kann uppfatast av fólkunum, sum lesa brævið, sum meira merkt av einari vreiði, har viðurskiftini, sum verða umrødd í brævinum ella tekstinum ikki halda seg til ein reyðan snór, men spreiða seg til ymisk mál og ikki altíð verða nóg væl undirbygt ella lýst.

Eg havi eisini sjálvur fangað meg í hesara støðu og onkutíð havi eg ikki lagt nakað í tað, tí eg havi følt, meg hava rættin á mínari síðu og onkursvegna hildið, tad verða passandi, at boðskapurin í tekstinum í størri mun, bleiv til og skuldi uppfatast av lesaranum sum ein persónlig ábreiðsla ímóti einum ella fleiri persónum. 

Niðurstøðan hesum viðvíkjandi haldi eg bleiv, at málið, sum skuldi lýsast ikki kom til sín rætt og eftur stóð ein persónsmynd, sum onkursvegna fekk heiðurin at gerast midpunktið, syndabukkurin og fekk skuldina fyri allan tann skrivliga ágangin.

Hinvegin kann tað eisini verða neyðugt og gott, at verda hvassorðaður, tí um boðskapurin verður væl lýstur og skal út til fólkið, so lurta tey ella lesa um viðmerkingarnar hjá skrivaranum. Órættvísi kann skoðast uppá nógvar mátar og lýsast á ein hátt, har málið so dyggiliga kemur til sín rætt og er samsvarandi við sannføringina hjá skrivaranum og gerst antin væl móttikið ella hjá mótpartinum ikki røkkir til eina sannføring. Felags fyri væl skrivað lesarabrøv er mangt annað, at fólk fáa møguleika til og taka sær møguleika til at velja síðu og taka støðu til boðskapin. 

Hetta snýr seg ikki um eg havi somu persónligu ella politisku sannføring, sum ein politikari, men tað er ikki rætt ella sømuligt, at geva einum ávísum persóni skulduna fyri, at ein ella fleiri persónar í samfelagnum koma í eina neyðar støðu, eittans tí at persónurin umsitur málsøkjið. 

Ofta hevur ein poltikari, sum umsitur eitt málsøkji ikki eina beinleiðis ávirkan á, hvusu eitt mál undir tí samlaðu umsitingini verdur avgreitt og hvør í tekur avgerðina, viðvíkjandi aktuella málinum. Í málinum, sum tú vil viðgerda í tínum brævi er hetta tað eitt dømi um. 

Hetta er púra burturvið og orka eigur at verða lagt í at lýsa sjálvan boðskapin, tí í hesum førinum góði John av Reyni, hvørvir boðskapurin í tínari viðgerð av málinum til frama fyri, at ein politikari, verður lagtur undir ein fullkomuligan og órætvísan ágang.

Mítt ørindi er á ongan hátt at leggja meg út í eit persónligt klandur ella at niðurgera teg og nú vilja summi nokk verða við, at eg eri mótsigandi ella dubultmoralskur, eftursum eg havi gjørt greitt, at eg ikki takid undir við, at eitt mál skal gerast óv persónsrelatera, men í hesum førinum, hevur tú sjálvur lagt navn til títt postulat.

Tú skal tó hava mína djúpastu virðing fyri, at tú stíður fram og bæði vil og torir at greiða frá tínum hugleiðingum. Tað er nógv djarvari at stíða fram, enn at fjala seg.

Karl Jóhan Staksberg,

E-mail adr : runesean66@hotmail.com