Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Annulera ikki gjørdar avtalur

Tá løgtingið í farnu viku hevði 2. viðgerð av uppskotinum um ríkisveitingina fyri 2013, segði Kristina Háfoss, úr Tjóðveldi, at sambært uppskotinum ætlaði landsstýrið nú at annulera allar avtalur um ríkisveitingina, sum eru gjørdar síðani 2002. Hetta má vera ein misskiljing. Talan er ikki um at annulera nakra avtalu.

Ríkisveitingin verður goldin fyri danska partin av teimum málum, sum ikki eru yvirtikin. Einaferð um árið verður avtalað millum partarnar, hvussu stórt hetta gjaldið skal vera. Avtalan er bara galdandi fyri eitt ár.

At okkurt undanfarið landsstýri hevur ynskt at fingið minni enn Føroyar høvdu rætt til, má standa fyri teirra rokning, men tær avtalurnar vóru bert galdandi fyri eitt ár. Um eitt seinni landsstýri ynskir at danir aftur skulu gjalda sín fulla part, er ikki tað sama sum at annulera tær gomlu avtalurnar. Tær eru fyri langari tíð síðani farnar úr gildi.

Tað farna er farið

Vit skulu ikki krevja pengarnar innaftur fyri tey árini sum eru farin, og sum avtalur vóru um. Vit eiga harafturímóti at gera nýggjar avtalur um, at danir framyvir skulu rinda sín fulla part av felags málsøkjunum.

Tað farna er farið. Tað hevur kostað føroyska skattgjaldaranum góðar 1.000 mió. krónur (bara fastfrystingin). Taka vit yvirtøkurnar við, so er talan um meira enn 5.000 mió. krónur, sum føroyski skattgjaldarin hongur uppá.

Einki er komið ístaðin

Tað sum var meira áhugavert at hoyra undir orðaskiftinum um heildarveitingina, var tað sum Høgni Hoydal segði um, hvat vit høvdu fingið ístaðin fyri mistu pengarnar.

Høgni Hoydal segði, at síðani heildarveitingin var minkað, var meira ferð komin á tað, sum føroyingar sjálvir framleiða. Hann segði millum annað soleiðis: ”Onkur hevur spurt, hvat skal koma ístaðin, tá vit minka blokkstuðulin? Ja tað sum vit sjálvi framleiða. Tað sum vit sjálvi skapa við okkara høvdi og hondum og hjørtum, tað kemur ístaðin – tað er langt síðani komið ístaðin.” Og so vísti hann á, at síðani blokkstuðulin varð lækkaður, er okkara egna framleiðsla tvífaldað, og at inntøkurnar hjá landskassanum eru vaksnar væl meira enn eina milliard. Og so staðfesti hann: ”Tí at við ábrygdini veksur framleiðslan.”

Tølini tala

Hetta er tíverri ein útsøgn, sum er beinleiðis skeiv. Bruttotjóðarúrtøkan sum vísir, hvussu nógv vit framleiða, sigur, at frá 2002 til 2011 hava vit havt ein árligan meðal vøkstur í framleiðsluni á 3,4 prosent. Høgni Hoydal upplýsti í tinginum, at meðal vøksturin síðani 1962 hevur verið 5 prosent. Vøksturin í búskapinum er altso minkaður síðani ríkisveitingin varð lækkað, og har er eingin ”framleiðsla komin við ábyrgdini,” sum hann tók til. Tað stendur svart uppá hvítt.

Hyggja vit so eftir inntøkum landskassans, so hevur meðal vøksturin síðani 2001 bara verið 1,5 prosent um árið. Eg kenni ikki tølini langt aftur í tíðina, men seinastu trý árini áðrenn blokkniðurskurðin, vuksu inntøkurnar í meðal 7,1 prosent um árið, so eisini har er ein minking farin fram.

Ein beiskur veruleiki

Sjálvandi eru nógv ting sum ávirka búskapin í einum landi sum í høvuðsheitum livir av fiskivinnu og alivinnu, og tí skal eingin størri niðurstøða gerast burturúr hesum. Men at pástanda, at tað sum vit sjálvi framleiða er komið ístaðin fyri blokkniðurskurðin, er beinleiðis ósatt. Landskassin hevði eitt bygnaðarligt avlop og hevur nú eitt bygnaðarligt hall, og vøksturin í føroysku framleiðsluni er eisini minkaður síðani fullveldislandsstýrið lækkaði ríkisveitingina. Tað er tíverri tann beiski veruleikin.

Helgi Abrahamsen

løgtingsmaður