Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Annika váttar at vera partur av samgonguni

Annika hevur givið skrivlig boð um, at hon er í valbólki við samgonguni, sigur løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu.

Úr blaðnum 9. oktober 2015: 
Dan Klein, journalistur, greinar 

Fleiri hava undrast yvir, at løgtingsnevndirnar ikki blivu valdar av nýggjum aftaná, at Annika Olsen, fyrst hevði tikið seg úr Fólkaflokkinum, melda seg inn í Framsókn, bleiv síðani vald, sum formaður í fíggjarnevndini, men tók so túrin øvugtan veg útaftur, og gjørdist leysgangari við ongum flokki aftanfyri seg.

Ein av grundgevingum hennara var, at hon illa kundi vera partur av Framsókn, tí hon hevði verið við til at fyrireika og reka valstríðið hjá Fólkaflokkinum, og at tað tí ikki var rætt, at innlima seg í Framsókn, og so segði hon seg hava sett politiska autopilotin til, og sostatt ikki var nóg politisk djúphugsin.

Men hon man so hava funnið frelsuna, tí knappliga veit tingfólk at siga, at Annika Olsen, hevði fingið lyfti frá formanninum í Framsókn um, at hon kundi vera fríttstillað í spurninginum um homoseksuelt parlag.

Tá Annika Olsen, ikki hevur váttað hetta fyri blaðnum, vilja vit ikki nevna navnið á tingfólkinum, sum hevur borið hetta víðari, men hetta skurrar kortini, tí Framsókn, sum flokkur og tingmanning, er fyri parlagi millum fólk av sama kyni.

Tað er tí at undrast yvir um Annika Olesen, hevur fingið lyfti um fríspæl.

Men vit hava eisini skilt, at støðan millum Anniku Olsen, og Framsókn ikki er so øskukøld, sum onkur kann fáa fatan av. Tvørtur ímóti. Samgongan hevur fingið treytaleysa tilsøgn frá Anniku Olsen, sum skjótt gloymdi umberingina, at hon hevði fyriskipað valstríðið í Fólkaflokkinum, og tí ikki kundi gerast parlamentariskt grundarlag undir “fíggindanum”.

Men tað er júst støðan, og hetta hava vit eisini fingið váttað frá tingformanninum, Páll á Reynatúgvu.

Vit sendu honum hendan teldupostin:

...Havi roynt at ringt til tín fyri løtu síðani... 

Ætlaði at spyrja teg um tú kanst vátta, at Annika Olsen, uttanflokkatinglimur, hevur boðað løgtingsskrivstovuni skrivliga frá, at hon er í valbólki saman við samgonguni?

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, sendi hesar upplýsingar um  teldubræv:

Jú, eg kann vátta at Annika Olsen, hevur boðað mær frá, at hon framvegis er í tingbólki við samgonguni. 

Júst tí hevði uppskotið um val av nevndum onga meining, tí at matematiskt er støðan millum valbólkarnar júst tann sama, sum tá nevndirnar vóru valdar eftir valið. Míni orð!

Annika váttar, at vera partur av samgonguni.

---------

Lesið í blaðnum fríggjadagin: "Annika úr Framsókn, men inn í valbólkin". Frágreiðingin hjá Anniku Olsen, leysgangara, hongur ikki saman.