Annika spyr: Høvuðsbarnaverndin er hartandi ill
Tey flestu hava longu hoyrt um kvinnuna, sum rændi síni egnu børn til Føroyar úr Ålborg. Aftaná at kvinnan burturflutti børnini, misti hon sjálv foreldramyndugleikan. Hon bleiv dømd sek herfyri. Hóast pápin hevur foreldramyndugleikan yvir báðum børnunum, og at støða hansara, sum foreldur hevur verið góðkend av serfrøðingum, hevur Høvuðsbarnaverndin yvirrulað serfrøðina, og hevur gjørt sína egnu niðurstøðu um, at børnini skulu ikki útflýggjast pápanum. Hetta hevru fingið Almannamálaráðið at vísa hesum barnavergøluni áhuga.
Almannamálaráðið hevur í skrivi, dagfest 13. Juni 2012 heitt á Høvuðsbarnaverndina, um eina nærri frágreiðing viðvíkjandi avgerð, Høvuðsbarnaverndin hevur tikið 17. Apríl 2012 í hesum ítøkiliga málinum.
Orsøkin er helst, at nú viðgjørdi knappliga ikki bara Oyggjatíðindi hesa barnaverndargølu, men eisini danskir miðlar – t.d. Ekstrabladet og Nordjydske, hevur tikið yvir, og fylgir málinum støðugt.
Hetta hevur ført til, at danski sosialmálaráðharrin Karen Hekkerup, er komin inn í málið, og hevur so eisini fingið Anniku Olsen, á fund um generellu støðuna við børnum, sum renna seg upp á turt í londunum báðum.
Her er komið fram, at lóggávurnar eru ikki tilpassaðar, og at børn, sum enda í Føroyum, rænd ella á annan hátt, eru prísgivin, og kunnu í ringasta føri verða tikin frá báðum foreldrum, tí føroyskir barnaverndarmyndugleikar hava fingið makt, sum eingin hevur tamarhald á.
Tað er júst hetta, sum er hent við málinum, sum Høvuðsbarnaverndin, uttan saklig atlit, hevur sagt, skulu vera hjá pleygufólkum í Føroyum, í tvey ár aftrat, hóast Jesper Dahlin, hevur fingið fullan foreldramyndugleika yvir báðum børnum, og eisini hevur fingið grønt ljós frá fleiri serfrøðingabólkum, sum Høvuðsbarnaverndin bara yvirrular fyri at vísa makt, og sum onnur halda ikki vera annað enn maktmisbrúk.
Høvuðsbarnaverndin sigur, at tað kann undra, at Almannamálaráðið vísir hendan serliga áhugan, tá Ráðið hevur fingið at vita hvussu Høvuðsbarnaverndin tulkar slík mál, og vísir til teldupost frá 12. Mai 2011, aftaná fund um børn stødd í Føroyum eru umsorganaryvirtikin, og foreldrarættarinnihavarin síðani flytir av landinum…
Høvuðsbarnaverndin velur at vera hartandi ill, sambært skjølum, Oyggjatíðindi hevur fingið innlit í….
Lesi hesa og nógvar aðrar sera avdúkandi greinar í blaðnum.
Og visti tú, at Danlæknin er at finna í blaðnum
Keypið blaðið á netinum:
Trýst á ADD TO CART, síðani til check out vith PayPal, og betal við korti, sum PayPal gestur uttan nakað hóvasták.
http://oyggjatidindi.com/arkiv.html