
Annika Smith sett sum stjóri á Føroya Landsbókasavni
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur gjørt av at seta Anniku Smith í starvið sum stjóri á Føroya Landsbókasavni frá 1. august 2017 at rokna.
Annika Smith er 53 ára gomul og er útbúgvin bókavørður frá Danmarks Biblioteksskole í 1996 og cand.scient.bibl. frá Keypmannahavnar Universiteti í 2016.
Eftir lokna útbúgving í 1996 flutti hon heimaftur til Føroya, og hevur starvast sum bókavørður síðani tá. Eitt ár á Býarbókasavninum í Tórshavn og síðani á Landsbókasavninum.
Seinastu 5 árini hevur Annika Smith starvast sum 1. bókavørður á Landsbókasavninum og verið partur av leiðsluni har.