
Annika Olsen úr løgtinginum í gjár
Annika Olsen hevur boðað Páll á Reynatúgvu, løgtingsformanni, frá, at hon fer í farloyvi úr løgtinginum frá í gjár at rokna.
Í brævinum, sum er stílað løgtingsformanninum, skriva Annika Olsen soleiðis:
- "Undirritaða skal hervið boða frá, at eg fari í farloyvi úr Tinginum frá týsdegnum 17. januar at rokna.
Tann 1 jan. 2017 tók undirritaða við starvinum sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og eftir míni sannføring er tað ikki politiskt skynsamt at sita sum fulltíðarsettur borgarstjóri og samstundis sita í Løgtinginum.
Eg vil nýta høvið at takka øllum tingfólkum og umsitingini í Løgtinginum fyri eitt gott og gevandi samstarv og takka fyri tíðina mær var unt at sita á Føroyar Løgtingi.
Somuleiðis ein tøkk fyri at hava havt tann framíhjárætt at tæna Løgtinginum í tveimum umførum í landsstýrinum.
Við ynski um gott og konstruktivt samstarv millum land og kommunur okkara borgarum at frama."
Annika Olsen
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu