Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Annika Olsen skal svara fyrispurningi um eldrasambýli í Sjóvar kommunu

”Fer landsstýrið at lata kommunum stuðulslán til eldrabústaðir, áðrenn málsøkið verður latið til kommunurnar at umsita?” Tað er ein av spurningunum, sum Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, vil hava Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, at svara.

Tíðindaskriv

Helgi Abrahamsen hevur sett Anniku Olsen ein skrivligan fyrispurning, har hann vil hava hana at svara seks ymiskum spurningum, sum hava við eldrasambýli í Sjóvar kommunu at gera.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin sigur Helgi Abrahamsen, at Sjóvar kommuna hevur í fleiri ár arbeitt við eini ætlan um at byggja eldrasambýli til sínar eldru borgarar, og hevur í tí sambandi søkt landsstýrið um stuðul til endamálið. 

Men boðini úr landsstýrinum hava alla tíðina verið, at bíðast má til næstu ferð, tá stuðulslán til ellis- og røktarheim og eldrasambýli verða boðin út.

Løgtingið samtykti ætlanina

Í 2007 samtykti Løgtingið uppskot um at greina tørvin á eldrasambýlisplássum í Sjóvar kommunu, ið eisini skuldi fevna um gerontopsykiatriskar íbúðir og íbúðir til vaksin við menningartarni. Bíðast mátti tó til næstu útbjóðing av stuðulslánum, sum skuldi vera í 2009.

Men heldur ikki í 2009 slapp Sjóvar kommuna uppí part, tí tørvurin var størri aðrastaðni í landinum. Tí varð enn einaferð neyðugt at bíða til næstu útbjóðing.

Bíðitíðin longd

Av teimum fýra verkætlanunum, sum í oktober 2009 fingu tilsøgn um stuðulslán, var bara tann eina liðug, tá freistin gekk út í 2011. Tí var neyðugt at leingja freistina til 2013, og harvið varð bíðitíðin hjá øðrum kommunum enn einaferð longd.

”Nú er ivasamt um næsta útbjóðing nakrantíð verður,” sigur Helgi Abrahamsen, sum vísir á, at eldraøkið møguliga verður lagt út til kommunurnar í nærmastu framtíð. Í tí sambandinum spyr hann landsstýriskvinnuna, um landsstýrið fer at lata kommunum stuðulslán til eldrabústaðir, áðrenn málsøkið verður latið til kommunurnar at umsita, og um hon roknar við, at fleiri eldrabústaðir fara at verða gjørdir í Føroyum tey komandi árini, um málsøkið verður lagt út til kommunurnar, áðrenn fleiri stuðulslán verða latin.

Løgtingið skal komandi mikudag taka støðu til, um fyrispurningurin skal svarast.

Helgi Abrahamsen