Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Annika Olsen og Bjørn Kalsø – soleiðis fáa tit pengar

Tað er ikki satt, at tað ikki eru pengar tøkir til eitt Fountain House, sum hevur til endamál at fáa sálarsjúk at virka aftur í samfelagnum. Somuleiðis er tað heldur ikki neyðugt at skerja stuðulin til mentan. Spurningurin er bara, um Annika og Bjørn hava dirvið til at fara eftir pengunum ella samvitskuna til at lata vera.

Í Føroyum hava vit í minsta lagi 11 almennar stjóar, sum tjena omanfyri eina millión um árið. Hesir stjórarnir eru m.a. at finna hjá Atlantic Airways, Føroya Tele og FT Samskifti. So er tað spurningurin, hvat vigar meir hjá politiska landslagnum: At min. 11 almennir stjórar skulu fáa yvir 1.000.000 kr/árliga í løn - ella at vit fáa eitt fountain hús og framhaldandi stuðla okkara mentan?

Business frágreiðingin

Ábyrgd er ein frágreiðing. Ábyrgd merkir, at mann tekur avleiðingarnarr av sínum avgerðum, men í Føroyum blandar mann ábyrgd og ávirkan. Ein almennur millióna stjóri hevur stóra ávirkan á tey, sum eru undir einum, men viðkomandi hevur onga ábyrgd. Tann sokallaða ábyrgdin virkar bara í teori’ini – ikki í praksis.

Ein onnur frágreiðing er, at ein høg løn økir um produktivitetin. Tískil er tað optimala, at stjórar eisini fáa bonus og fráfaringarløn. Hetta er neyðugt fyri at motivera viðkomandi, so viðkomandi verður so produktivur sum gjørligt.

Vísindaliga frágreinðingin

Universitetið í Chichago, MIT og London School of Economics hava kannað pástandin um, at hægri løn elvir til hægri produktivitet. Úrslitið av kanningunum staðfesti, at í teimum allarflestu førunum elvdi ein hægri løn til LÆGRI produktivitet, sum jú er stikkmótsatt av tí, sum business frágreiðingin leggur upp til! Tískil mótarbeiðir mann produktiviteti, tá mann gevur almennum stjórum eina tílika risaupphædd.

Harvið fellir grundarlagið fyri risa lønum, risa bonus og risa fráfaringarlønum til jarðar.

Tit gera av, hvat skal henda

Í seinasta enda er tað upp til tykkum at gera av, hvat skal henda. Spurningurin er, um tit hava dirvið til at skerja lønina hjá milliónastjórunum, so hesir fáa 50/60.000 kr/ mán. - ella um tit hava samvitskuna til at lata vera. Har eru uml. 4-5 mió klárar at heinta, sum kunnu brúkast til at bjarga nógvum menniskjalagnum og geva føroyskari mentan somu kor sum áðrenn.

Her hava tit fingið loysnina serveraða. Valið er tykkara, um tit velja at ignorera loysnina ella brúka hana.

Vinarliga

Hergeir