Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Annika Olsen mist sambandið við veruleikan

Í viðtalu við Dimmalætting hósdagin 16. mai roynir landsstýriskvinnan í almannamálum enn einaferð at renna undan ábyrgdini og ruðuleikanum, sum valdar í eldrarøktini. Í fullum álvara sigur hon, at hon hevur einki innlit í og ei heldur hevur nakra ávirkan á, hvussu út við 400 mió. kr. av landskassans pengum til eldrarøkt verða brúktir. Tí, sigur hon, hennara uppgáva sum landsstýriskvinna er einans at flyta pengar til kommunurnar, sum senda hesar út í tóman heim. Hetta kann eg sum formaður í Kommunusamskipan Føroya og borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu ikki lata standa ósvarað.

 Ørvitistos!

Hetta er av sonnum ørvitistos frá tí persóni, sum sjálv situr við evstu ábyrgd av størsta einstaka vælferðarøki í landi okkara. Nú kundi eg latið ivan komið henni til góðar, um blaðmaðurin er farin av sporinum. Men tíverri.

Tí farnu tíðina er eitt greitt mynstur komið undan kavi, har landsstýriskvinnan Annika Olsen skákar undan ábyrgd. Stóra verkætlanin hjá henni at leggja eldrarøktina til kommunurnar at umsita er mestsum kollsigld, og samstundis er greitt fyri øllum, at landsstýriskvinnan púra tilvitað niðurlagar játtanina til eldrarøkt.

Orrustan um sparingarnar í eldrarøktini fyri jól og aftur nú í vár er bara ein staðfesting av júst hesum. Trupulleikin er tó bert vaksandi. Tí tær sparingar, sum eldrarøktin hevur verið fyri síðstu fýra-fimm árini, halda fram í 2014 – tað stendur svart uppá hvítt í fíggjarkarminum, sum landsstýriskvinnan Annika Olsen hevur latið løgtinginum.

Rennur undan ábyrgd

Herfyri boðaði landsstýriskvinnan frá, at nú skal ein heiðursgáva latast góðum átøkum innan eldrarøktina, hetta til tess “at skapa eitt meira jaligt alment orðaskifti um eldrarøktina” (sitat: kringvarp.fo, 31. januar).

Íkastið hjá landsstýriskvinnuni til hetta almenna orðaskiftið er tó alt annað enn jaligt. Heldur tvørturímóti, so er íkastið beinleiðis ræðandi.

Fyri tveimum vikum síðan stakk landsstýriskvinnan røktarheimsleiðararnar og Almannaverkið í ryggin, tá hesi eftir boðum frá henni settu út í kortið milliónasparingar. Tá fjølmiðlarnir fingu frænir av sparingunum, kendi landsstýriskvinnan brádliga einki til sparingarnar, sum hon annars 14 dagar frammanundan hevði fult innlit í niður í smálutir.

Og so hartaði hon leiðararnar fyri ikki at halda játtanina, tí hvat hevur man allar hesar leiðararnar til?

Tað er ikki røktarheimsleiðarunum, galið er við. Tað er galið við politisku leiðsluni. Landsstýriskvinnan kann nevniliga ikki renna undan, at reella játtanin til røktarheim, sambýli og heimarøkt hevur verið fallandi í fleiri ár, hóast prís- og lønarvøksturin í samfelagnum annars. Leiðararnir eru tí pískaðir til at spara og skera í tænastuni. Tað kann ganga fyrsta árið, men ikki fjórða og fimta, har vit nú eru. Starvsfólk innan eldraøkið hava gjørt vart við trupulleikan, og avvarðandi hava kært sína neyð. Øll hava ásannað trupulleikan. Einasti persónur, sum ikki vil kennast við veruleikan, er Annika Olsen landsstýriskvinna.

Kommunurnar

Áður nevnda viðtal í Dimmalætting ber tó prísin. Her gevur landsstýriskvinnan fatan av, at serliga Tórshavnar kommuna og ávísir sjálvsognarstovnar kring landið hava ábyrgdina av óskilinum í eldrarøktini. Kommunan og sjálvsognarstovnar stýra heimunum, sigur landsstýriskvinnan, og landið ger ikki annað enn at flyta pengarnar til kommunurnar.

Og so leggur hon sanniliga aftrat: “Vit hava einki innlit í, hvussu roknskapirnir síggja út fyri hesi heimini, og hvussu pengarnir annars verða brúktir. Vit flyta teir bara...”.

Góða Annika. Set teg inn í málsøkið, tú sjálv hevur politisku ábyrgdina av, og halt uppat við slíkum møsni. Tú av øllum eigur at vita, at røktarheimini eru undir serstakliga strongum fíggjarligum eftirliti og senda Almannaverkinum mánaðarroknskap, har allur raksturin er útgreinaður niður í hvørt oyra.

Tú eigur eisini at vita, at ikki bert er fíggjarliga eftirlitið í Almannaverkinum strangt. Á sama hátt er við fíggjarstýringini av, hvat røktarheimsleiðarar hava loyvi at brúka pengarnar til. Hvør fakturi, hvør lønarávising, hvør avgerð verður eftirkannað.

At landsstýriskvinnan í fyrsta lagi sýnir so lítið innlit í egið ábyrgdarøki og í øðrum lagi turkar ábyrgd av uppá onnur púra uttanfyri standandi, er beinleiðis ósømiligt fyri politisku tignina.

Fíggingin

Eg harmist um hesa gongd, sum eldrarøktini er fyri. Síðan Annika Olsen gjørdist landsstýriskvinna, eru nevniliga nógvar spennandi ætlanir lagdar fram bæði innan demensøkið, rehabilitering, fyribyrgjandi eldratænastur og vælferðartøkni.

Seinnu árini hevur Almannamálaráðið eisini gingið á odda í sambandi við tey røktarheim, sum nú eru bygd. Eitt av teimum er Boðanesheimið, sum er serstakliga væl útgjørt til dement, rehabilitering og dagtilhald til heimabúgvandi eldri.

Tað er bara ein trupulleiki. Landsstýriskvinnan sigur øll tey røttu tingini, men hon gloymir at koma við fíggingini til raksturin, sum hon hevur fulla ábyrgd av.

Fyri at taka Boðanesheimið sum dømi, so hevur kommunan, sum kravt av landsstýrinum, gjørt stórar íløgur í venjingarumstøður, fysio- og ergorterapi, rehabiliteringseind, dagtilhald og deild til frontaldement, men standa hesi høli at kalla gapandi tóm, tí tað týdningarmesta av øllum – rakstrarjáttanin frá landsstýriskvinnuni kemur ikki.

Útleggingin

Landsstýriskvinnan saman við fíggjarmálaráðharranum hava fyri kommununum sagt, at eldrarøktin, tá hon verður løgd til kommunurnar, kostar 336,6 mió kr., og at hetta verður tað, kommunurnar fáa. Hetta er í besta føri gykl.

Kommunurnar yvirtaka onga eldrarøkt, fyrr enn full trygd er fyri, at veruliga fíggingin fylgir við. Hvørt ár. Tær 336,6 mió. eru alt ov lítið. Hetta ásannað øll uttan Annika Olsen.

Bara tað at endurreisa heimatænastuna fer at krevja ein stóra fíggjarliga innspræning. Og lógin, sum áseta skal tænastukrøvini og harvið reella kostnaðin, er enn ikki skrivað. Lítla dømið við manglandi játtanini til Boðanesheimið vísir til fulnar, hvussu nógv manglar í at fylla karmarnar.

Ætlanin hjá landsstýrinum um eina væl skipaða tilgongd at leggja økið til kommunurnar 1. januar 2014 hongur ikki saman longur. Høpisleysu útsagnirnar hjá landsstýriskvinnuni síðstu tíðina er partur av hesum.

Heðin Mortensen

Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og formaður í Kommunusamskipan Føroya