Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Annika Olsen hittir Karen Hækkerup í Keypmannahavn

Mánadagin fer Annika Olsen á fund í Keypmannahavn við danska starvsfelagan Karen Hækkerup.

Fundurin fer fyrst og fremst at snúgva seg um at gera greiðar mannagongdir í samband við, at børn við serligum avbjóðingum fáa tilboð um stovnspláss í Danmark. Lóggávurnar í Danmark og Føroyum eru ikki eins, og tí kunnu ivaspurningar viðhvørt taka seg upp, um hvussu verður umsitið og hvør lóggáva er galdandi.

- Mítt fremsta mál sum landsstýriskvinna er at styrkja tilboðini her heima, so vit heilt sleppa undan at leita aðrastaðni eftir besta tilboðnum til okkara dýrabara tilfeingi. Enn eru vit tó ikki komin á mál við hesum arbeiði. Til tað málið er rokkið er altumráðandi, at vit kunnu kenna okkum trygg við, at røttu mannagongdirnar verða fylgdar, tá børn og ung við serligum avbjóðingum fara á stovn í Danmark. Tí havi eg reist hetta mál á ráðharrastigi, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

Annika Olsen og Karen Hækkerup skulu eisini umrøða onnur aktuell mál av felags áhuga, eitt nú spurningin um barnahús, barnaumboðsmann og sosialreform.

Relateraðar greinar finnast við at trýsta á linkirnar niðanfyri:

http://www.oyggjatidindi.com/born+raend+heim+til+foroyar.html

http://www.oyggjatidindi.com/videoklipp+fra+nordjyske+fleiri+lagur+hja+danska+umbodsmanninum.html

http://www.oyggjatidindi.com/donsk+og+foroysk+log+renna+frontalt+saman.html

http://www.oyggjatidindi.com/grotesk+mannagongd+skal+gerast+broytast.html

http://www.oyggjatidindi.com/nordjydske+danskur+radharri+inn+i+sakina+um+burturfluttu+bornini.html

http://www.oyggjatidindi.com/raendu+bornini+skulu+ikki+hava+raett+til+foreldrini.html

http://www.oyggjatidindi.com/til+foroyar+eftir+bornunum.html

http://www.oyggjatidindi.com/nordjydske+nu+koma+bornini+skjott+heim.html

http://www.oyggjatidindi.com/advokaturin+osakligt+og+ologligt.html