Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Annika Olsen er atvoldin til ruðuleikan á eldraøkinum

Annika Olsen sigur í fjølmiðlunum, at nógv umtalaða eldrakunngerðin er ein liður í at leggja eldraøkið út til kommunurnar. Og á síni vangamynd ákærir hon uppá tað harðasta kommunurnar fyri at sabotera útleggingina og bert hugsa um lokal áhugamál. Kommunurnar standa spyrjandi.

Annika Olsen vil verða við, at kunngerðin um røktarheim og sambýli er ein liður í at leggja eldraøkið út til kommunurnar. Við øðrum orðum er hennara uppáhald, at kunngerðin, hvørs aðalmál er at miðsavna allan ræðisrættin og umsiting á kommunalum bústovnum undir Almannaverkið, er ein liður í at leggja økið út til kommunurnar.

Hetta er ein fullkomin andsøgn í sjálvum sær. At miðsavna er jú tað øvugta av at leggja út. Tí kunnu kommunurnar ikki tulka hetta øðrvísi enn, at landsstýriskvinnan ella landsstýrið ongan veruligan vilja hava til at leggja økið út til kommunurnar kortini.

Á síni vangamynd um vikuskiftið ákærir landsstýriskvinnan kommunurnar fyri bert at hugsa um lokal áhugamál. Hon sigur, at hesi somu lokalu áhugamál eisini vóru við til at forkoma kommunalreforminum á sama hátt, sum tey nú eru í fer við at forkoma útleggingina av eldraøkinum.

Fyrst er at siga, at sjálvtsagda uppgávan hjá eini kommunu er at hugsa og virka lokalt, og framum alt annað royna at tæna sínum egnum borgarum. At ímynda sær annað er burturvið, hetta er ein av aðalreglunum undir kommunufulltrúini og sjálv kjarnan í grundlógarásettu kommunuskipanini. At landsstýriskvinnan eftir øllum at døma ikki megnar at fyrihalda seg til hendan veruleika, tó at hon bæði hevur verið býráðslimur og landsstýriskvinna í kommunumálum, er kanska størsta atvoldin til sjálvan trupulleikan.

Landsstýriskvinnan hevur áður víst, hvussu lítla føling hon hevur við tí, sum rørist lokalt. Í 2009 bar hon niðan í løgtingið eitt tilmæli um ein kommunalreform. Sambært uppskotinum skuldu flestar av landsins kommunum avtakast mitt í einum valskeiði fyri síðani at leggjast saman í sjey kommunalar eindir 1. januar 2011. Longu undir aðalorðaskiftinum varð øllum greitt, at ætlanin var deyðadømd.

Nú fýra ár seinni er hon í fer við at gera júst sama brølaran. Nú skulu allir eldrabústovnar leggjast í økiseindir undir Almannaverkinum. Við einum pennastroki fýra mánaðir áðrenn, at eldraøkið skuldi leggjast út til kommunurnar, verður allur ræðisrættur, umsiting og sjálvboðin átøk, sum kommunurnar hava tikið á seg, tí landið í áratíggju hevur svikið borgararnar so dyggiliga, tikið frá kommununum. ** Og so skilir landsstýriskvinnan ikki, at hetta lítla málið skapar so stóra øsing! Nei, enn einaferð hevur landsstýriskvinnan ikki føling við, hvat rørir seg uttan fyri skrivstovu sína.

Annika Olsen kann fyrst og fremst takka sær sjálvari fyri ta øsing, sum er íkomin. At hon í sjónvarpsstovuni fríggjakvøldið royndi at flyta fokus og ákæra undirritaða fyri ikki at møta á fundum, er henni til lítlan sóma. Sjálvur sjónvarpsverturin mátti gera vart við, at tað sømdi seg ikki, at leggja eftir persóni, sum ikki var til staðar og tískil fekk vart seg.

Men eg kann greitt vísa øllum hesum ákærum aftur, tí eg sum formaður í Kommunusamskipan Føroya havi verið á øllum neyðugum fundum í Almannamálaráðnum um útleggingina av eldraøkinum, og har tað hevur borist mær frá, hevur varamaður mín verið í mínum stað.

Vit kunna bara enn einaferð heita á Anniku Olsen um at gera sær sjálvari og tilgongdini at leggja eldraøkið út til kommunurnar tann beina, at afturkalla kunngerðina.

Heðin Mortensen

Formaður

Kommunusamskipan Føroya