Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Annika Olsen eigur at taka kunngerð um røktarheim og sambýli aftur

Kommunusamskipan Føroya mælir til, at Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum tekur av kunngerðina um røktarheim og sambýli, longu áðrenn hon hevur fingið virkna.

Longu tá ið Kommunusamskipan Føroya innan summarsteðgin fekk kunngerð um røktarheim og sambýli til hoyringar mitt í tilgongdini at leggja eldraøkið út til kommunurnar, mælti felagið til, at Almannamálaráðið tók uppskotið aftur. 

Endamálið við kunngerðini er at miðsavna og samskipa upptøkuna á eldraøkinum til Almannaverkið og at fáa eina meir einsháttaða eldrarøkt kring landið. Men samstundis verður arbeitt við at leggja eldraøkið út til kommunurnar við tí aðalmáli, at kommunurnar kunna skipa eldraøkið í samsvari við staðbundna tørvin.

So ímeðan Almannamálaráðið við høgru hond arbeiðir við at miðsavna og einshátta økið, arbeiðir vinstra hond við at leggja út økið út til kommunurnar og harvið skapa karmar fyri alternativum- og fjølbroyttum loysnum. Hetta hongur snøgt sagt ikki saman.

Felagið vísti í hoyringsskrivi sínum eisini á, at samstundis sum kunngerðin møguliga fór at loysa onkran smávegis trupulleika, so fór hon í minst líka nógvum førum at skapa trupulleikar og ikki minst ónøgd kommunurnar ímillum. Hetta seinasta hevur tíanverri eisini víst seg at verða rætt, nú alsamt fleiri kommunur og øki í landinum kenna seg missa allan ræðisrættin á teimum røktarheimum og sambýlum, sum hesar kommunur hava latið bygt og goldið, samstundis sum vandi er fyri, at fleiri kommunur nú fara at siga frá sær allar ábyrgdir á eldraøkinum.

Stóri trupulleikin tykist verða, at Almannamálaráðið als ikki ynskir nakað kommunalt sjálvræði á eldraøkinum. Almannamálaráðið ynskir bert at leggja økið út til nakrar økisfyrisitingar á sama hátt, sum økið er skipað í dag. Einasti munurin verður, at kommunurnar í framtíðini skulu fíggja økið.

Hetta góðtekur Kommunusamskipanin á ongan hátt. Fyri kommunurnar er heilt greitt avgerandi, at tær, tá eldraøkið er yvirtikið, kunnu skipa teirra eldrarøkt eftir egnum leisti í samsvari við staðbundnu viðurskiftini og tørvin bæði í mun til leiðslubygnað, umsiting, tænastu og fígging. Er einki kommunalt sjálvræði, so er eingin orsøk at leggja økið út.

Hví landsstýriskvinnan saman við Almannamálaráðnum ynskja at trýsta ígjøgnum kunngerðina, ið miðsavnar alla eldrarøkt til Almannaverkið og harvið landsstýriskvinnuna sjálva, nakrar fáar mánaðir áðrenn, at økið skal leggjast út aftur til kommunurnar, er púra óskiljandi.

Kommunusamskipan Føroya vil tí enn einaferð heita á landsstýriskvinnuna í almannamálum um ikki at seta kunngerðina um røktarheim og sambýli í verk 1. september 2013 sum ætlað.

Verandi skipan er ikki lýtaleys, men kunngerðin loysir als ongar trupulleikar, heldur hinvegin skapar hon ónøgd og ótryggleika.

Vegna

Kommunusamskipan Føroya

Heðin Mortensen

Formaður