Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Annika inn í Dahlin-gøluna

Eftir hondini er Dahlin-sakin vorðin ein pínlig barnaverndargøla millum Danmark og Føroyar.

Tað er almikið, sum bendir á, at føroyskir barnaverndarmyndugleikar eru fongdir av dugnaloysi, tí avgerðir verða ikki virdar, og eru tey ikki nøgd við fakligar niðurstøður, skunda tey sær bara at skapa nýggjar støður, líka til tey hava fingið sín vilja, og tað hoyrir jú ongastaðnar heima.

Hetta hevur kunnað latið seg gera, tí lógar- og avtalu grundarlagið fyri barnaverndarmálum millum Danmark og Føroyar, hevur verið eitt runudíki, og tað hava føroyskir myndugleikar gjørt sær dælt av, tó at tað hvørjaferð eru børnini, sum eru revsaði av, at føroyskir myndugleikar vilja hava sín vilja - kosta hvat kosta vil.

Herfyri upplivdu vit, at Barnaverndiná Tvøroyri, kravdi eina serfrøðingakanning av, um Jesper Sander, Dahlin, var egnaður, sum foreldur yvir sínum børnum, hann við dómi, longu hevur fullan foreldramyndugleika yvir.

Síðani hendir tað, at kravt verður ein serfrøðingakanning aftrat, fyri at staðfesta um Jesper Dahlin, er egnaður, sum foreldur. Aftur klárar Ålborgensarin kanningina, sum er gjørd av serfrøðingum í Danmark, sum barnaverndarmyndugleikin í Føroyum, sjálvur hevur peikað út.

Og nú skuldi so verið upplagt, at fingið dreingirnar heim. Men nei. Knappliga hevði høvuðsbarnaverndin tikið avgerð um, at børnini skuldu ikki heim til pápan, hóast serfrøðingakanningina.

Og hesaferð komu bæði horn og hali undan, og tað kundi neyvan verið annarleiðis, um talan var um eitt reyðsokka manifest, tí pápin, sum í fleiri kanningum og dómum, verður mettur egnaður at hava síni egnu børn, knappliga ikki skal hava børnini tey næstu tvey árini.

Men nú hevur Almannamálaráðið sent eina áheitan til høvuðsbarnaverndina um innlit í hvør grundgeving er fyri hví høvuðsbarnaverndin ikki metir foreldraførleikakanningina at verða nøktandi.

---

Lesi hesa og nógvar aðrar sera avdúkandi greinar í blaðnum.

Og visti tú, at Danlæknin er at finna í blaðnum

Keypið blaðið á netinum:

Trýst á ADD TO CART, síðani til check out vith PayPal, og betal við korti, sum PayPal gestur uttan nakað hóvasták.

http://oyggjatidindi.com/arkiv.html

 

Add to Cart