Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á myndini: Eyal Lampert, varasendiharri Ísraels, og Annika Olsen, borgarstjóri.

ANNIKA BOÐIN TIL RÁÐSTEVNU Í JERÚSALEM

Dan Klein --- 14.11.2017 - 07:10

Á fundi seinnapartin í gjár hitti Annika Olsen, borgarstjóri, ísraelska varasendiharran, Eyal Lampert, sum er á Føroyavitjan. Varasendiharrin er í Føroyum, nú ísraelsk filmsstevna er í høvuðsstaðnum.

Til Ísraels
Í summar var táverandi sendiharrin, Barukh Binah, á vitjan í Føroyum, og vitjanin í dag tók táttin upp frá góða prátinum, sum borgarstjórin fekk við fyrrverandi sendiharran. Á fundinum í dag segði varasendiharrin, at Tórshavnar kommuna er boðin við til ráðstevnu, sum verður í Jerúsalem í 2018. Ein almenn innbjóðing til Anniku Olsen um at taka lut í ráðstevnuni er ávegis frá varaforseta Ísraels. 

Á ráðstevnuni savnast borgarstjórar úr ymiskum londum at tosa um millumtjóða samstarv, knýta vinabond millum høvuðsstaðir í Amerika, Evropa og øðrum heimspørtum umframt at ljós verður varpað á vinnumenning. 

Vilja vinnumenning
Og vinnumenning er eitt øki, sum Ísraelska sendistovan og borgarstjórin í Tórshavnar kommunu fegin vilja hyggja nærri at. Íverksetaramentanin í Ísrael er sterk, og í høvuðsstaðnum verður áhaldandi arbeitt við at geva íverksetaramentanini rúmari ræsur.

Umframt hetta umrøddu borgarstjórin og ísraelski varasendiharrin eisini onnur mál av felags áhuga.