Annfinn Brekkstein fingið Kommunuskúlan skeivt í hálsin
Annfinn Brekkstein, býráðslimur og limur í skúlastýrinum fyri Kommunuskúlan, hevði eina løgna grein á Vágaportalinum í gjár, har hann leggur meirilutan í Tórshavnar býráð undir at hava stongt Tórshavnar kommunuskúla – ja, givið honum mønustingin og við hesum týnt allan miðbýin.
Í samrøðuni undirstrikaði eg fleiri ferðir, at tað var ivasamt, um tað fer at loysa seg at umvæla og umbyggja Tórshavnar kommunuskúla til skúla.
Eg segði, at mín persónliga hugsan er, at tað neyvan loysir seg, men at hetta er ein avgerð, sum býráðið í næstum skal avgera. Tað vil siga,
Alt býráðið veit, at tað fer at kosta upp ímóti 100 mió kr. at umvæla og umbyggja Tórshavnar kommunuskúla. Heildarætlanin, sum
Her er mín støða, at uttan mun til, hvussu stóra íløgu, vit leggja í Kommunuskúlan, so verður hann framvegis ein skúli, sum ikki lýkur krøvini, vit seta til okkara skúlar í dag, og sum liggur langt frá tí støði, sum okkara nýggju skúlar hava.
Tí fyri 100 ella 130 mió kr – kanska meir – hava vit framvegis ein gamlan skúla við ov smáum flokshølum, ótíðarhóskandi fakhølum, ótíðarhóskandi uttanumøki v.m., og hetta haldi eg persónliga ikki, at vit eiga at bjóða okkara børnum, foreldrum og okkara eldhugaðu lærarum. Hetta verður als einki at gleða seg til.
Kanska tað er valfepurin, sum hevur gjørt, at
Og eg skal heilsa og siga, at hesir næmingar eru bæði sjónligir og lívligir í miðbýarumhvørvinum.
Góði
borgarstjóri