Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Annar koyrdi skít og hin leyg og hótti

Avdúking: Munur á aðalstjórum.

Arne Poulsen, aðalstjóri í Vinnumálaráðnum, er harmur um støðuna, og sigur við útvarpið, at hetta skal ikki endurtaka seg. Málið verður nú viðgjørt sum eitt møguligt brot á § 9 tænastumannalógini. Varafútin sigur við Dimmu, at málið er so álvarsamt, og maðurin so tignaðarligur, at fútin fer at senda málið til Ríkisadvokatin. Men Oyggjatíðindi kann avdúka eina politifrágreiðing, har ein annar aðalstjóri, Rúni Joensen, viðgongur seg sekan í, at hava hótt og kallað persón fyri banditt, og viðgongur enntá, at hava logið uppá mannin.

Tá ið Einglapressan við undantøkum í donsku útbúgvingarskipanini, ger so nógv burturúr Arna Poulsen, seta vit spurnarteknin við hví tað sama ikki varð gjørt, tá ið Rúni Joensen, bæði hótti og leyg um privarpersón, sum aðalstjórin eisini kallaði banditt, og váttar alt í politifrágreiðing, sum eisini er undirskrivað.

Vit hava valt at leggja alla politifrágreiðingina út á heimasíðuna, og seta tað, sum aðalstjórin, Rúni Joensen, sigur um ein annan persón, upp at § 9 í tænastumannalógini, og so kunnu fólk gera sær sína egnu meting av um hesin aðalstjórin er meira tignaðarligur enn ein annar, sum hevur kínt einum stakitti:

Hendan fullamannakoyringin verður sett í samband við Grein 9 í tænastumannalógini:

“Tænastumaður skal samvitskufult halda tær fyri starv hansara galdandi reglur, og skal bæði í og uttan fyri tænastu vísa slíkan atburð, sum starvi hansara sømir.”

Lesi hesa og nógvar aðrar sera avdúkandi greinar í blaðnum.

------

Nú riggar at keypa blaðið á netinum

Í longri tíð hevur søluskipan okkara ikki riggað. Hetta hevur so ført til, at Knassar hevur arbeitt við at loyst trupulleikan. Nú hava viðskiftafólk endiliga roynt aftur, og siga frá, at skipanin nú riggar við VISA-kortinum. Sostatt ber til hjá øllum keypa við gjaldskorti uttan trupulleikar.

Trýst á ADD TO CART, síðani til check out vith PayPal, og betal við korti, sum PayPal gestur uttan nakað hóvasták.

 

Add to Cart