Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

ANNAÐ SKÚLAÁRIÐ VIÐ SPÆLILIÐUM

Í 2011 tók ein arbeiðsbólkur í Tórshavnar kommunu stig til at skipa spælilið í skúlunum í Tórshavnar kommunu. Leiðslurnar í skúlunum tóku væl undir við ætlanini, og í august 2011 fóru spæliliðini til verka.

Ætlanin riggaði so væl, at avgjørt varð at halda fram. Hetta er so annað skúlaárið, at spælilið virka í skúlum í Tórshavnar kommunu.

Endamálið hjá spæliliðunum er at fáa næmingar at røra seg meir og verða kropsliga virknir. Dentur verður lagdur á at fáa teir yngru næmingarnar at spæla í skúlagarðinum í fríkorterunum.

Tað eru nakrir av eldru næmingunum í 6./7. flokki, sum skipa fyri. Hesir næmingar hava verið á skeið, har teir hava lært, hvussu teir kunnu standa fyri hesi uppgávu.

Ein ella fleiri lærarar í skúlunum virka sum akkersfólk og skulu hjálpa næmingunum at skipa fyri.

Spæliliðið er eisini ein liður at bøta um trivnaðin í skúlanum / fríkorterunum, og er tí tengt at AKT og SSP.

Spæliliðið skapar meira lív í skúlagarðinum – bæði fysiskt og sosialt. Í stuttum er endamálið at fáa børn at vera úti og virkin í fríkorterunum, skapa betri trivnað og forða fyri happing.

Tað er at fegnast um, at undirtøkan er so góð, og at vit hava lærarar og næmingar í Tórshavnar kommunu, sum átaka sær at standa fyri hesi uppgávu. Eini uppgávu, sum hevur stóran týdning, fyri heilsu og trivnað hjá okkara ungu borgarum.

Myndirnar eru tiknar í Bowlinghøllini morgun, tá borgarstjórin handaði næmingunum heiðursbræv fyri luttøku.