Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Annað árið hjá verkætlanini Savnsgull er farið aftur um bak, og væl er fingið burturúr

Talan er um ovurstóra uppgávu, og higartil hevur dentur verið lagdur á at talgilda tíð¬indi og yvirlit yvir tað, sum er sent. Eisini er sjøtul settur á talgildingina av ljóðbanda¬savninum, og arbeiðið gongur væl.

Kringvarpssavnið goymir ein heilt ser¬stakan og stóran part av Føroya søgu frá 6. februar 1957 og fram til dagin í dag. Í savninum er nærum alt, sum er hent í Føroyum innan øll øki.

Kringvarpssavnið fevnir um 521.179 pappírskjøl, 26.846 útvarpsbond og 13.735 sjónvarpsbond. Og savnið er á goymslu í tveimum støð um: á Hjalla og í Sortudíki.

Longu undan aldarskiftinum varð talað um, at tíðin máar tilfarið í savninum, og at nakað mátti gerast fyri at bjarga tí. Tað hevur verið drúgført at koma so langt áleiðis, at farast kundi undir ar¬beiðið at bjarga savninum.

Á Facebook og á kvf.fo er nakað av tilfari, ið kann hoyrast og síggjast, og har er eisini møguligt at fylgja við arb¬eiðinum, og síggja tær avbjóðingar, ið stinga seg upp.

Játtanin til SavnsGull í 2015 var 900.000 kr, og hon hevur verið nýtt til útvarps¬partin. Játtanin er fyri tað mesta farin til lønir.  

Leinkjan til ársfrágreiðingina er her: http://kvf.fo/greinar/2016/01/14/savnsgull-her-er-arsfragreidingin-fyri-2015