Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Anna Brimnes heiðrað eftir 35 ár á Býarbókasavninum

Hugnaløta var í gjár fyri fráfarandi og komandi stjóra á Býarbókasavninum. Tórshavnar kommuna setti Býarbókasavnið á stovn 1. apríl í 1969. Tað helt tá til í leigaðum hølum í Niels Finsensgøtu 7. Støddin var 514 fermetrar. Anna Brimnes byrjaði at arbeiða á Býarbókasavninum í 1975, og longu árið eftir, í 1976, varð hon sett sum býarbókavørður. Hetta starv hevur hon trúføst røkt til nú - í samfull 35 ár.

Í eini røðu í Mullers Pakkhúsi segði Heðin Mortensen, borgarsjtóri, at hóast havnarfólk yvirhøvur hava kent Onnu í samfull 35 ár frá Býarbókasavninum, so hevur hon havt eina fjølbroytta lívsleið. Á ungum árum búði hon ymsastaðni, barnaárini millum annað á Eiði, har pápin, Zacharias Brimnes, var prestur, men eisini búði hon niðri, tí mamman var donsk.

- Tú hevur røkt hetta starv við ídni og áræði, og fáir eru teir dagar, har tú hevur verið burtur frá arbeiði, so heilsuna hevur tú havt góða, men sjálvsagt er hetta eisini tí, at tú hevur verið so trúføst ímóti tí arbeiði, tær varð litið upp í hendur.

- Ongantíð hevur tú verið bangin fyri broytingum, sum kundu menna stovnin og betra um tænastuna til brúkaran. Ja, oftast hevur tað verið tú, sum hevur verið ídnast at taka í brúk nýggja tøkni á øllum økjum.

- Býarbókasavnið hevur verið fyri stórum tøkniligum broytingum, sum nú bera við sær, at brúkarin kann orðna øll síni viðurskifti sjálvur, við at læna, lata inn, endurnýggja og bíleggja sær tað tilfar, hann hevur brúk fyri.

- Tá eg tosi sum arbeiðsgevari vegna Tórshavnar kommunu, so hevur tú altíð sett stóran prís uppá tann stuðul, tit hava fingið – ikki minst tað, at býráðið fíggjarliga hevur stuðlað bókasavninum so væl.

- Nakað heilt einastandandi var, tá tú fór undir fjarlestur við universitetið í Keypmannahavn og megnaði, hóast tú alla tíðina var í fulltíðarstarvi, at gera teg lidnan við lesturin í 1993, har tú tók prógv sum magistari í fólkaminni.

- Tað er tí greitt fyri øllum, at hetta er ein ordans kapasitetur, vit í dag heiðra eftir 35 ára trúgva tænastu, segði Heðin Mortensen, sum takkaði fyri drúgva og góða tænastu, heilsaði frá býráðnum og handaði fleiri gávur .

Samstundis bjóðai borgarstjórin eisini nýggja leiðaranum á Býarbókasavninum vælkomnum í starvið. Hann fær nú tað stóru uppgávu at lyfta arvin eftir Onnu, sum nú fer frá vegna aldur. Og tað er ikki ein so lítil uppgáva.

- Eg kann nevna, at Svend Højgaard er skjótt 38 ára gamal og útbúgvin cand.scient.bibl. á Danmarks Biblioteksskole í Keypmannahavn. Harumframt hevur hann útbúgving innan ferðavinnu.

- Eg skilji at tú hevur longu verið her einar tveir mánaðar, og eftir hvat eg hoyri, so hevur tú bjartar visiónir fyri bókasavnið, sum vónandi koma at verða til stórt gagn fyri miðbýðin og kommuna alla. Hartil skilji eg á tínum samstarvsfeløgum, at tú eisini ert fryntligur og fyrikomandi.

Síðan ynskti borgarstjórin vælkomin vegna býráðið og hanaði blómur og gávu. Aftaná varð orðið frítt og røður vórð hildnar.