Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Andstøðan tapti

Orsøkin til, at Johan Dahl, landsstýrismaður, klaraði frísak í løgtinginum í gjár, var, at tað eydnaðist at sannføra løgtingið um, at Strandferðslan var ein roknskaparlig rótibutikk. Tað var í hvussu so er orsøkin til, at baklandið ikki kvetti høvdið av landsstýrismanninum, og at Miðflokkurin heldur ikki tók undir við uppskotinum.

Dan Klein, journalistur, ummælir:

Tað er tí ringt at ímynda sær hvar grundgevingin hjá Jákupi Mikkelsen, formanni í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum reelt lá, men fyri uttanfyristandandi, líkist hatta einum politiskum sjálvmáli, sum er lagt í ovnin í einari heitari støðu, har botnurin hevur verið ring politisk sinnisstøða.

Tað er onki at ivast í, at Johan Dahl, fyrst og fremst kláraði frísak í egnum baklandi, tí SL vísti seg at vera ein roknskaparlig rótibutikk, sum vit mugu staðfesta, at sjúki Reiðmund Landgaard,kann hava stuðlað, elle verið blindur yvirfyri.

Men hann gongur annars fyri at vera talmaður.

Andstøðan tapti slagið, og fekk ikki mannin frá, men meiriluti av landsstýrismalanevndini, segði seg leita eftir prógvinum, sum vísti hvar Johan hevði forbrotið seg í móti lógini um ábyrgd landsstýrismanna, men eingi slíkt prógv vóru at finna, tó at tað kundi staðfestast, at fleiri feilir vóru gjørdir.

Meira í blaðnum...