Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Andstøðan í lummanum hjá reiðarunum

Í gjár, tann 26. juni var 3. viðgerð av skattauppskotinum viðvíkjandi sølu av veiðirættindum. Verður lógin samtykt, merkir tað, at feløg, sum eiga veiðirættindi, fáa ein serskatt á 50%.

Tað er fyrstu ferð, at vinningur frá sølu av veiðirættindum verður skattaður. Hesin serskattur er ikki í oljuvinnuni ella alivinnuni.

Hetta merkir, at feløg og einstaklingar, sum ynskja at selja seg úr vinnuni, skulu gjalda helmingin av vinninginum í landskassan. Hetta skuldi verið søtur musikkur hjá andstøðuni, men tað løgnað er, at andstøðan tekur ikki undir við uppskotinum.

Tey ynskja ikki, at persónar sum hava fingið ovurhonds stór virði av fólksins ogn, sum tey sjálv plaga at taka til, skulu skattast, men at hesir persónar skulu varðveita alt sjálvir.

Fyri at vísa, hvussu lógin kemur at síggja út, verður hon samtykt við 3. viðgerð í dag.  Eg havi tikið eitt hugsað dømi niðanfyri.


Søla í felag ella av partabrøvum   
Søluvinningur   1.000.000
Serskattur 50%   -500.000
Vinningur aftaná serskatt   500.000
Vinningsbýtisskattur 35%   -175.000
Nettovinningur   325.000
 
Tað sum sæst omanfyri, verður tað altíð 50% skattur goldin sum serskattur. Ynskir ein persónur síðani at taka alt út privat, verður ein skattur á 35% lagdur omaná. Tað merkir, at hesin aktørurin hevur 325.000 kr. eftir til sín sjálvs av eini heilari millión.

Soleiðis sum hetta vendir í løtuni, vil andstøðan hava, at persónar, sum selja seg úr vinnuni, skulu hava meira eftir, og at landskassin harvið missir milliónir árliga.

Røddir hava verið frammi um, at ongi veiðuloyvi verða seld eftir hetta, men tað vil so bara tíðin vísa okkum, um tað hendir.

Endamálið við uppskotinum hjá samgonguni er, at ongin skal kunnu selja seg ríkan burturúr virðum, sum mann bara hevur fingið brúksrættindi til.

Soleiðis, sum tað sá út eftir 2.viðgerð, so tók andstøðan ikki undir við hesum, og tað kann eg hugsa mær, at hetta undrar flestu javnaðar- og tjóðveldisveljarar.

Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin