Andstøðan á Christiansborg ímóti at ES vil revsa Føroyar
Sambandsflokkurin á Christiansborg: Allir andstøðuflokkarnir á Fólkatingi eru ímóti, at ES vil seta í verk revsitiltøk ímóti Føroyum orsakað av ósemjuni um makrelveiðuna. Tað er átaluvert, at Javnaðarflokkurin stuðlar politikkinum hjá stjórnini, ið er sinnað at góðtaka, at ES í ávísan mun kann revsa Føroyar.
ES skal ikki seta revsitiltøk í verk ímóti Føroyum.
Hetta er støðan hjá øllum andstøðuflokkunum í Fólkatinginum: Vinstra, Konservativa Fólkaflokkinum, Liberalu Alliansuni og Danska Fólkaflokkinum.
Hesir flokkar hava nú tikið støðu til ósemjuna millum Føroyar og ES um veiðuna eftir makreli í føroyskum sjógvi.
Sambandsflokkurin á Christiansborg hevur havt samband við allar andstøðuflokkarnar í Fólkatinginum. Tað er at fegnast um, at flokkarnir halda saman í hesum máli, ið hevur so stóran prinsipiellan og búskaparligan týdning fyri Føroyar.
Hinvegin er støðan hjá sosialdemokratisku stjórnini sera óheppin. Sum Sambandsflokkurin á Christiansborg skilir støðuna, er stjórnin til reiðar at góðtaka, at ES-kommissiónin kann seta í verk ávís revsitiltøk ímóti Føroyum. Hetta er ein sera harmilig støðutakan.
Sambandsflokkurin á Christiansborg harmast eisini stórliga støðutakanina hjá føroyska Javnaðarflokkinum í málinum. Tað er átaluvert, at Javnaðarflokkurin á Fólkatingi við avgerandi atkvøðu síni stuðlar og góðtekur ávís ES-revsitiltøk ímóti Føroyum. At flokkurin so seint sum í gjár kallar hetta ”positivt” og ”maksimal ávirkan” er púra burturvið.
Um 11 dagar verður nýggjur samráðingarfundur millum Føroyar og ES um makrelveiðuna fyri 2012. Henda stutta tíð má brúkast effektivt.
Í fyrsta umfari eigur Landsstýrið at eftirkanna sjónarmiðið hjá Peter Ørebech, proffessara á Universitetinum í Tromsø, í Degi og viku í gjár. Hann førdi fram, at Noreg fremur brot á grein 56 í ST-havrættarsáttmálanum. Hevur proffessarin rætt, so eigur hetta fáa avleiðingar.
Í øðrum umfari má Javnaðarflokkurin nú til arbeiðis við síni avgerandi atkvøðu í Fólkatinginum, so sosialdemokratiska stjórnin veruliga skilir álvaran fyri Føroyar í makrelmálinum.
Sambandsflokkurin á Christiansborg
Edmund Joensen, fólkatingsmaður