Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Andrias Høgenni vann Geytan og Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge vunnu Áskoðaravirðislønina

Tá ið freistin at senda inn filmar til dómsnevndina fyri Geytan 2015 var farin, vóru 21 uppskot komin inn. Av hesum sluppu 10 filmar við til sjálvt filmstiltakið, sum var í Norðurlandahúsinum í kvøld við Finni Koba sum verti. Tað er Tryggingarfelagið Føroyar, ið letur Geytavirðislønina á 25.000 krónur, saman við einari Geytastandmynd, sum Astrid Andreassen og David Geyti hava gjørt.

Tað gjørdist filmurin Stina Karina eftir Andrias Høgenni, sum vann høgt mettu virðislønina Geytan. 
Í grundgevingini, sum Birgir Kruse, formaður í dómsnevndini las, var m.a. sagt:

“At halda seg innan givnar karmar kann vera størsta filmslist. At vera avmáldur, ella rættari avmáld, kann vera størsta filmslist. At vera fluga á vegginum, tá tvær kvinnur ætla sær í ball, og eingin annar er til staðar, enn guli liturin á hurðini, kann eisini vera størsta filmslist. Tað heldur Geytadómsnevndin. 

Mest heilskapti filmur í ár hevur ongar náttúrumyndir, men bjóðar upp til kompaktan kamardans við kamera á vesinum á Oyrasundskollegiinum. Við støði í teim trimum metingarvirðunum søgu, filmsmáli og tøkni, heldur Geytadómsnevndin, at vinnarin í 2015 er universella søgan Stina Karina hjá Andriasi Høgenni. Hon er betri enn hinar. “ 

Eftir at allir 10 filmarnir vórðu sýndir, skuldu áskoðarnir velja tann filmin, ið teimum dámdu best. Tað gjørdust Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge, sum fingu hendan heiðurin fyri filmin “Tunnan”. Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráð, handaði áskoðaravirðislønina á 15.000 krónur.