Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Andrea Heindriksdóttir leiðari á Musikkskúlanum

Tórshavnar kommuna hevur sett Andreu Heindriksdóttir í starv sum leiðara fyri Tórshavnar Musikkskúla.

Hon er 48 ára gomul og útbúgvin frá lærda tónlistaháskúlanum í Keypmannahavn í 1992 við floytu sum høvuðsljóðføri, umframt at hon hevur diplomútbúgving í leiðslu frá 2014.

Hon hevur síðani 1992 starvast á Tórshavnar Musikkskúla og síðani 2009 virkað sum toymisfakbólkaleiðari fyri blásarabólkin á skúlanum. Hon hevur luttikið í eini longri røð av verkætlanum og útgávum, umframt havt eina røð av nevndarsessum. Hon tekur við starvinum um ein mánað.

11 umsóknir vóru til starvið
Tórshavnar Musikkskúli er týdningarmikil liður í mentanarlívinum í høvuðsstaðnum og bjóðar tónleikaundirvísing til børn og ung á høgum fakligum stigi í eini røð av ljóðførum og sangi.

Harumframt er Tórshavnar Musikkskúli virkin kveikjari og samstarvspartur í eini røð av verkætlanum og tiltøkum á føroyska mentanarpallinum.

Á myndini síggjast frá vinstru Sigurð Ó. Vang, virkandi skúlaleiðari og mentamálaleiðari, Andrea Heindriksdóttir, nýsettur skúlaleiðari, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri.