Amerikanski admiralurin Robert Burke vitjaði í Føroyum
Mikudagin vitjaði amerikanski admiralurin Robert Burke í Føroyum. Robert Burke er ovasti fyri amerikonsku flotaeindirnar í Evropa og Afrika. Hann hevur støð á NATO flotastøðini í Napoli í Italia.
Undir vitjanini helt Robert Burke á fund við Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum. Á fundinum umrøddi landsstýrismaðurin i uttanríkismálum og admiralurin millum annað um viðurskiftini við USA, trygdarstøðuna í Arktis og møguleikarnar fyri samstarvi í sambandi við bunkring og aðrar tænastuveiting til amerikonsk flotaskip.
Á ferðini hevði Burke admiralur eisini hava fund við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum og varaløgmann.