Amanda Gullaksen Ársins Rósa 2011
- Hon hevur við eldhuga eggjað børnum og ungum at taka aldargomlu kvæðamentan okkara til sín og hevur givið sítt íkast til, at føroyski dansurin enn livir væl millum manna í Norðoyggjum – og harvið eisini í føroyska samfelagnum, segði Gunvá við Keldu, borgarstjóri, tá ið hon handaði Amandu Gullaksen heiðurin Ársins Rósu 2011.
Ársins Rósa 2011 – røða og handan 20.12.2011
Tað var ein stórsligin og hugtakandi løtu á fótbóltsvøllinum við Djúpumýru, tá ið Gunvá við Keldu, borgarstjóri, framman fyri fullsettum áskoðaraskýli og stórari mannfjøld á sjálvum vøllinum avdúkaði, at Amanda Gullaksen í ár fær heiðurin Ársins Rósa.
Vit endurgeva her røðu borgarstjórans.
Skulu duga at siga takk
Tað eru nú liðin sjey ár, síðani farið var undir at kjósa Ársins Rósu í sambandi við, at Jólaskipið kemur til Klaksvíkar.
Hugskotið er, at fólk, sum gera eitt stórt og áhaldandi, sjálvboðið arbeiði, fáa eitt væl uppiborið herðaklapp frá okkum í lokaløkinum.
Tað er ikki altíð, at vit í gerandisdegnum duga at seta prís á tað stóra sjálvbodna arbeiðið, sum verður gjørt nógvastaðni í okkara samfelag. Men til eitt slíkt høvi sum í kvøld, kunnu vit heiðra fólki, sum hava uppiborið eina tøkk frá okkum.
Vit gera tað ikki, tí hesi fólkini biða um rós og heiður – tað er nevniliga ikki tí, at tey gera sjálvboðið arbeiði. Tey virka áhaldandi og íðin í sínum felagsskapi, seta ikki krøv um hetta og hatta, men byggja sjálvi upp, ganga undan, taka tøk og hjálpa til.
Og tað er blivin ein góður siður, at vit heiðra nøkur av hesum fólkunum.
Vit skulu minnast til at steðga á og hugsa um, hvørji fólk hava týdning fyri okkum – tað kunnu vit gera bæði sum einstaklingar og sum samfelag.
Vit skulu duga at siga takk. Eisini við tey fólkini, sum vit hava hug at taka sum ein sjálvfylgju. Og tað gera vit í kvøld.
Stuðla undir alt gevandi arbeiði** Fyri 8. ferð fara vit at kjósa og heiðra Ársins Rósu, og eg má siga, at hetta er ein av teimum hugaligastu uppgávunum, eg havi sum borgarstjóri.
Ein nevnd, sum er mannað við fólki í lokaløkinum, tekur støðu til, hvør skal hava Ársins Rósu. Fólk senda uppskot til nevndina, sum viðger og tekur støðu. Aftur í ár, hava vit fingið fleiri góð uppskot, og nú hevur nevndin tikið støðu til, hvør skal hava Ársins Rósu 2011.
Í reglugerðini fyri Árins Rósu stendur í grein 1, at “endamálið við hesum tiltaki: “Ársins Rósa” [er] at stuðla undir hjálpararbeiði og annars alt gott og gevandi arbeiði, sum fólk í Klaksvíkar Kommunu gera fyri onnur menniskju og/ella fyri kommununa sum heild uttan at fáa nakað ella stórvegis afturfyri”.
Hava ikki gloymt okkara uppruna
Vit føroyingar hava ígjøgnum øldir búleikast her í Norðuratlantshavi við longum teinum til okkara grannar – rímiliga avbyrgd, eitt sindur útsett, men sera treisk og framfýsin.
Tað er ilt at ímynda sær, at fólk hava sett seg niður í Føroyum av praktiskum orsøkum, men ígjøgnum nógv hundrað ár hava føroyingar knossast og strítt seg ígjøgnum ein gerandisdag her á landi, hóast korini ofta hava verið sera trupul.
Men tað liggur í føroyinginum, at hann er stoltur og djarvur og gevur seg til tað ítarsta fyri at klára seg. Ríkidømi hava vit havt í havinum, og á landi hava vit roynt at gagnnýtt teir møguleikar, sum hava verið.
Og nýggju tíðirnar hava skapt framburð, sum eingin kundi havt droymt um fyri hundrað árum síðani. Vit eru nú eitt nútímans samfelag, sum tó ikki hevur gloymt upprunan og siðvenjurnar.
Samstundis sum tað hevur snúð seg um at vinna til dagin og vegin, at fáa mat í munnin, at tryggja familjuni og bygdunum góð livikor, so hava føroyingar eisini havt sína mentan og ítriv – søgurnar, tættirnar, kvæðini, dansin, leikirnar, brøgdini og mangt annað.
Ættarliðini skulu læra mentanina
Vit eru fá, samanborið við nógvar av hinum heimsins tjóðum, men vit hava okkara egnu mentan, okkara egnu søgu, okkara stoltleika og samleika, og vit eru eitt fólk við egnum máli og mentan.
Og tað kemst ikki av sær sjálvum. Fyrst og fremst snýr tað seg um fólk, sum skulu bera mentanina víðari.
Ættarliðini skulu fyrst læra mentanina at kenna, seta seg inn í hana, skapa, brúka og menna hana, og síðani føra hana víðari til næsta ættarliðið.
Og hetta hava vit megnað á so mongum økjum, og tí hava vit eina aldargamla mentan, sum er grundarlagið undir okkara tjóð.
Heiðrað fyri stórt og trúfast arbeiði
Persónurin, sum í kvøld fær Ársins Rósu, hevur í nógv ár gjørt ein eitt stórt og trúfast arbeiði innan mentanarlívið her í býnum.
Hon hevur við eldhuga eggjað børnum og ungum at taka aldargomlu kvæðamentan okkara til sín og hevur givið sítt íkast til, at føroyski dansurin enn livir væl millum manna í Norðoyggjum – og harvið eisini í føroyska samfelagnum.
Barnadansurin í Klaksvík blómar, og á hvørjum ári luttaka eini hálvthundrað børn í dansinum her í býnum.
Tey hava eisini hugnakvøld og útferðir, so at felagslívið ikki bert snýr seg um dansin, men eisini um at trívast og verða saman sum menniskju.
Børnini í Klaksvíkar Dansifelagi hava verið á Húsum, Viðareiði, Strondum, Kollafirði, Giljanesi, Øravík, á Sandoynni, við Gjógv, í Havn, í Hattarvík, í Finlandi, Noregi og Danmark.
Á øllum hesum ferðum hevur persónurin, sum í kvøld fær Ársins Rósa, verið drívmegin og hevur gingið høgt uppí, at ferðirnar hava so gott sum verið ókeypis fyri børnini.
Hon hevur lagt eitt stórt arbeiði í at savna pening inn til hesar ferðir, soleiðis at einki av børnunum skuldi setast aftur av peningaligum ávum. Og tað eru ikki smávegis tøk hon hevur tikið, og hon eigur stórt rós uppiborið fyri áhaldni og eldhuga sín.
Hon eigur heiðurin av, at Klaksvík í dag ikki stendur aftan fyri nakran, tá ið talan er um at geva kvæðamentan okkara trygt víðari til komandi ættarlið. Og alt hennara arbeiði hevur verið ólønt.
Við hesum orðum fari eg biðja AMANDU GULLAKSEN um at koma fram higar at taka ímóti Ársins Rósu.
Her á steypinum stendur eitt skriftsstað inngraverað, sum ljóðar: “Sælari er at geva enn at fáa”.
Hjartaliga tillukku, Amanda!
Takk fyri tín innsats – og Harrans ríku signing ynskja vit tær framhaldandi!