
Álvarslig ferðsluvanlukka í Havn kravt eitt mannalív
Í gjár kl. 16:08 fekk politiið umvegis alarmsentralin fráboðan um, at ein álsvarlig ferðsluvanlukka var hend á Velbastaðvegnum í Havn.
Ein persónbilur fór á rull frá einum síðuvegi og út á Velbastaðvegin. Ein annar bilur rendi í síðuna á tí rullandi bilinum, har ein ein 57 ára gomul kvinna varð kleimd ímillum hurðina og bilin.
Sjúkrabilur og politiið vóru skjótt á staðnum, men hóast lívbjargandi fyrstuhjálp stóð kvinnan ikki til at bjarga og doyði løtu seinni av løstunum hon fekk.
Tey avvarðandi eru kunnaði.