Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Álvarlig ferðsluvanlukka kravt mannalív

Í gjáramorgun kl. 08:14 kom fráboðan umvegis 112 um eitt álvarsamt ferðsluóðhapp á Hvítanesvegnum í Hoyvík, har ein scootari og ein vøruvognur stoyttu saman.

Ambulansa og politi vóru skjót á staðnum, og førarin á scootaranum bleiv fluttur á Landsjúkrahúsið. Seinni var staðfest, at hesin var deyður av løstinum hann fekk. Talan er um ein 48- ára gamlan mann.

Avvarðandi eru kunnaði.

Løgreglan gerð kanningar í málinum, upplýsti vaktleiðarin á støðini.