Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bjørn Kunoy løgfrøðingur heldur fyrilestur í Østrøm týskvøldið 16. apríl kl. 20.

Altjóðarættarligar skyldur og rættindi í sambandi við umsiting av ferðandi fiskastovnum

Tíðindabræv:

Við hesum bjóðar Føroya Fróðskaparfelag til almennan fund týsdagin 16. apríl. Bjørn Kunoy doktari í løgfrøði heldur fyrilestur, ið fer at viðgera altjóðarættarligar skyldur og rættindi í sambandi við umsiting av ferðandi fiskastovnum.

Bjørn Kunoy hevur seinastu árini granskað í m.ø. hesum spurningum, hvørs úrslit hevur havt við sær útgávur í viðurkendum altjóðarættar tíðarritum og telur harímillum útgávur í Oxford University Press.

Fyrilesturin verður hildin í Østrøm á Skálatrøð í Havn týsdagin 16. apríl kl 20. Fundarstjóri verður Herálvur Joensen.